Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við guitara og sangi í Spaniastovu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.11.2019 - 20:19 Mentan Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 23.nov. fara Hanus G. Johansen og Steintór Rasmusen at syngja, spæla og siga frá í Spaniastovu.

Á hvør sítt hátt hava teir borið føroysk orð og løg inn í hvønn krók hjá lurtarum sínum og út í hvønn krók í Føroyum:
Heim, arbeiðspláss á sjógvi og á landi, barnagarðar, skúlar og aðrar stovnar fyri børn, ung og eldri.

Konsertin í Perluni í 1980 var ein av teimum fyrstu. Hon setti fer á spælingar teirra uttanfyri heimstaðin og gav eisini íblástur til at halda fram. Í 1985 spældu teir fleiri konsertir í Íslandi.
Við tíðini eru sangir teirra vorðnir fólksins ogn. Og fyri sínar dygdir eru Hanus G. og Steinór viðurkendir fyrst og fremst av áhoyrarum og lurtarum, men eisini við heiðursgávu og mentanarvirðislønum bæði frá Klaksvíkar kommunu, Mentanargrunni landsins og Miðlahúsinum.

Við serligu anda- og handaligu eginleikum sínum, við dirvi, árræði og áhaldni hava Hanus G. og Steintór ment dygdarvøru fyrst og fremst til hin føroyska tónleikamarknaðin, men sanniliga eisini uttanfyri 200 fjórðingamarki.

Í álvara og gaman hava teir ment sínar sangir. Til álvara og gaman hava teir borið fram sínar sangir. Til høgtíðsdagur og merkisdagar av øllum møguligum slag: Føðingar- og navnadagar, brúdleyp og jarðarferð og hátíðardagar til nærum allar aldursbólkar.

Við tíðini eru sangir teirra vorðnir fólksins. Og fyri sínar dygdir eru teir viðurkendir av áhoyrarum og lurtarum, kommunum og landinum.

23.nov. kl 22 borðreiða teir við 5 stjørnaðum sangum og løgum í Spaniastovu.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…