Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talið á roykjarum met lágt, meðan manglandi rørsla og fiti eru stórar avbjóðingar 

SKRIVAÐ: Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum  |  18.11.2019 - 07:29 Mentan Tíðindaskriv

Seinastu 17 árini hevur Fólkaheilsuráðið framt árligar Gallupkanningar av heilsustøðu okkara. Í ár eru høvuðsniðurstøðurnar hesar:

Royking:

19% av teimum vaksnu føroyingunum roykja dagliga, og hetta er lægsta talið á roykjarum nakrantíð. Talið á roykjarum hevur annars verið støðugt fallandi síðan 2002. Tað er nú minni munur ímillum kynini har ávikavist 17 og 21% av kvinnunum og monnunum roykja. Bert 13% av teimum 18-24 ára gomlu roykja og 18% av teimum 25-39 ára gomlu, meðan tey í miðjum aldri roykja verri (22-24%). Í Norðoyggjum og Suðuroy roykir fjórði hvør vaksin, men hetta talið er munandi lægri í Sandoynni og í miðstaðarøkinum (14-16%). Føroyingar við grundskúlaútbúgving (28%) og handverkararútbúgving (27%) roykja nógv verri enn tey við miðnámsútbúgving og miðallongum og longum útbúgvingum.

Rørsla:

Vaksin skulu røra seg minst við hógligari styrki 150 minuttir um vikuna ella fremja 75 minuttir av hørðum kropsligum arbeiði vikuliga, men skulu helst fremja 300 ella 150 minuttir av ávikavist hógligum og hørðum arbeiði um vikuna. Umframt hetta eigur kropsligt arbeiði, sum krevur styrki at vera framt tvær ferðir um vikuna. Globalt vísa tøl hjá WHO, at triðihvør vaksin heimsborgari er kropsliga óvirkin, og føroysku tølini líkjast hesum. Tað sær út sum, at fleiri kvinnur enn menn lúka minstu krøvini fyri vikuliga rørslu.

Kostur:

Samanborið við seinastu árini sær út til, at minni og minni verður etið av frukt og grønmeti. Færri eta fisk regluliga samanborið við tíðarskeiðið 2011-2013, sum sær út til at vera støðugt fallandi síðan hetta tíðarskeiðið.

Sjálvsmett heilsustøða:

Tey ungu (18-24 og 25-39 ár) meta seg hava verri heilsustøðu enn tey í miðjum aldri. Teir ungu bólkarnir síggja eisini út til at hava fallandi sjálvsmetta heilsustøðu seinastu árini, meðan tey í miðjum árum hava eitt meira støðugt støði. Eisini kundi tað sæð út sum, at kvinnurnar hava fallandi sjálsmetta heilsustøðu samanborið við menninar seinastu fimm árini. Í Suðurstreymi meta tey seg hava betri heilsu enn aðrastaðni, meðan Sandoy liggur munandi lægri enn hini økini. Eisini Norðoyggjar og Suðuroy liggja lægri enn miðstaðarøkið í sjálvsmettari heilsustøðu.

Fiti:

Yvirvekt og fiti eru enn stórir trupulleikar í Føroyum eins og í flestu londum um okkara leiðir. Umleið 55% av føroyingunum viga ov nógv, og bert triðihvør maður hevur eina normala vekt samanborið við 55% hjá kvinnunum. Yvirvekt veksur við aldrinum, og í summum økjum er bert fjórði- fimtihvør við normalari vekt.

Skíggjanýtsla:

Seinastu árini er skýggjanýtsla eisini komin við í kanningina. Meira enn helvtin brúka skíggjar upp til 3 tímar og meira á arbeiðsplássinum hvønn dag. Fleiri kvinnur enn menn hava stóra skíggjanýtslu á arbeiðsplássinum. Tey 25-59 ára gomlu hava størri skíggjanýtslu á arbeiðinum enn tey ungu og gomlu, og tey í miðstaðarøkinum liggja hægri enn útjaðarin. Í frítíðini hyggja um 85% av føroyingum í skíggjar frá upp til 3 tímar og meira um dagin. Talið á stórbrúkarum av skíggjum í frítíðini tykist vaksandi har næstan 40%  nýta skíggjar frá upp til 5 tímar dagliga og meira. Menninir eru í størri mun enn kvinnurnar stórbrúkarar av skíggjum í frítíðini enn kvinnurnar.

Um eina góða viku fer Fólkaheilsuráðið undir stóru og umfatandi Fólkaheilsukanningina, “Hvussu hevur tú tað?”. Vit vóna at øll tey, sum vera vald tilvildarliga út vilja hjálpa okkum at taka temperaturin á heilsu- og trivnaðarstøðuni í landi okkara. Hetta hjálpir heilsuverkinum, lands- og kommunalu myndugleikunum og okkum øllum at planleggja arbeiðið við fólkaheilsu og trivnaði meira málrættað og neyvt.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðurjól í dag
Kommunala eftirlitið bíðjar eftir skjølu…
Reisigildið við Djúpumýrar
Skal lívið bæði byrja og enda í Havn?
Ummæli: Bindiklubbakonur­nar hava lagt st…
Animatiónsfilmar partur av jóla­hugna­num…
Ummæli: Protein­stríðið
Jørgen: Kringvarpið skapt alheimssøgu út…
Trýst- og viðgerðar skipan góðkend í Kla…
Huaweimálið - fær tað avleiðingar fyri K…
Býráðið samtykt vinarbýarsamstarvið við…
Miðlastuðul latin átta miðlum
Dagstovnagjøld­ini hækkað í Klaksvík
Jógvan á RUV í kvøld
Meintu tit tað slett ikki?
Útróðurin
FM-steypið vitjar á Norð­lýsinum
21. milliónur krónur til Húsarhaldsskúla…
Líðhamar fiska fyri 10 milliónir krónur
BankNordik: Eingin uppsøgn í Klaksvík
Lýsing