Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takk fyri tíðina, Atli!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.11.2019 - 09:32 Ítrottur Leiðarin

Dysturin í kvøld ímóti Svøríki verður tann seinasti hjá landsliðslegenduni Atla Gregersen. Eyðkendi víkingurin er kendur fyri mong ymisk ting, men fyrst og fremst sum verjuskansi.

Hann er trupul at koma forbí, Atli Gregersen. Tað kunnu (næstan) allir spælarar, sum hava spælt ímóti honum bæði í føroyskum og altjóða høpi, skriva undir uppá. Sterkur og kompaktur, ágrýtin og ja – tendraður. Hann livir seg fult og heilt inn í fótbóltsuniversið og kempar hart. Fleiri siga nokk ov hart, og tað eru ikki so fáar ostaflísar, Atli hevur sæð gjøgnum tíðina. 101 í føroyskum fótbólti einsamøllum. Men orsøkin er týðilig: Atli hevur tað sera ringt við at tapa og ger alt fyri at fyribyrgja tí.

Atli er G!øtumaður, men sleit sínar barnagaggur í B36. Trý ár bleiv tað til fyri GÍ í vaksnadeildini, áðrenn GÍ saman við LÍF gjørdist Víkingur, og har hevur Atli verið við frá byrjan. Og tað er ikki eiti á CV, Atli hevur saman við gøtumonnum. Tvær ferðir føroyameistari og seks ferðir steypavinnari – eina ferð við GÍ og fimm ferðir við Víkingi.

At Atli skuldi blíva landsliðsleikari var nærum greitt frá byrjan. Longu sum 16-ára gamal var hann á U17-landsliðnum, síðani á U19, og hevði so ein landsliðssteðg, til hann tørnaði til aftur á A-landsliðnum fyri 10 árum síðani og hevur ikki helmað í síðani. Ikki fyrrenn í kvøld, har hann fyri seinastu ferð fer at umboða Føroyar á hægsta stigi í fótbólti.

Sum liðskipari á landsliðnum hevur hann verið óvanliga fólkakærur. Hann er skemtingarsamur og prátingarsamur, og tað tykist ongantíð standa á at fáa orðið á hann til sjónvarpssamrøður. Hann er hvørki smæðin ella hevur nakra primadonnunykkur, men er beint fram og líkatil. Og tað er helst tí, hann er so væl umtóktur millum fólk. Tað og so avrikini á vøllinum, sjálvandi.

Ilt er at síggja, hvør skal taka yvir sum liðskipari, tí hóast har ivaleyst eru fleiri um boðið, so er pondus og myndugleikin hjá Atla serstakur. Tað fer uttan iva at krevja tíð, áðrenn hinir spælararnir síggja eins nógv upp til nýggja liðskiparan, sum teir ungu landsliðsleikararnir í dag síggja upp til Atla.

Hiðani skal ljóða ein hjartans tøkk fyri tíðina til Atla Gregersen. Takk fyri nógvar ógvuliga skemtiligar, álvarsligar og minniligar løtur í fótbóltinum. Føroyskur fótbóltur hevði ikki verið tað sama uttan teg. Og ikki at gloyma: Allarbestu eydnu við dystinum ímóti Svøríki!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar