Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hesum kann KÍ møta í Champions League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.11.2019 - 19:40 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eitt sindur uppá, hvørji mótstøðulið KÍ kann møta í Champions League komandi summar.

Føroyameistararnir úr KÍ skuldu komandi ár luttaka í Champions League. Og verður KÍ útsligið í Champions League, so ''dettur'' liðið niður í Europa League. KÍ skal sostatt í minsta lagi spæla fýra Europa dystir. KÍ byrjar í 1. umfari í Champions League, har 32-34 lið eru. KÍ verður ikki millum tey styrkismettu. Tá KÍ fer í Europa League, so møtir liðið einum tapara í einum øðrum Champions League dysti.

 

Gamlir kenningar

Millum tey 16-18 mótstøðuliðini vera væntandi minst tvey lið, sum KÍ hevur møtt áður. Molde er norskur meistari og spældi móti KÍ í 2003, meðan Reyða Stjørna er oddalið í Serbia og spældi móti KÍ í 2000. Enn eru tær flestu kappingarnar í gongd, so enn eru ikki so nógv mótstøðulið kend. Fýra mótstøðulið eru higartil kend:

Astana (Kasakhstan)

Molde (Noreg)

Sheriff Tiraspol (Moldova)

Dundalk (Írland)

 

 

Afturat hesum vera møguligu mótstøðuliðini mest sannlíkt hesi:

Meistarin í Skotlandi (Mest sannlíkt Celtic ella Rangers)

Meistarin í Kypros

Meistarin í Serbia (mest sannlíkt Reyða Stjørna)

Meistarin í Póllandi

Meistarin í Aserbadjan

Meistarin í Ísrael

Meistarin í Bulgaria

Meistarin í Rumenia

Meistarin í Slovakia

Meistarin í Slovenia

Meistarin í Ungarn

Meistarin í Albania

Sostatt er møguleiki fyri, at KÍ møtir stórfelagi sum Celtic ella Rangers. Venjari hjá Rangers er Steven Gerrard, sum vit kenna sum ein tann besta leikaran hjá Liverpool nakrantíð. Fyrsta umfar leikt 7-8 juli og 14.-15. juli. Lutakast verður 16. juni. Síðani verður spælt hvørja viku so leingi sum liðið ikki verður útsligið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026