Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úrslitið av landsseyðasyningini kunngjørt

SKRIVAÐ: Búnaðarstovan  |  21.11.2019 - 11:00 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 22.11.2019 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2019 verður almannakunngjørt.

Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.

Skráin fyri dagin verður hendan:

·         Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.

·         Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.

·         Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele, greiðir frá um GBS'arar á seyði.

·         Kaffisteðgur.

·         Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.

·         Eyjólfur Ingvi Bjarnason, Ráðgjafarmiðstøð landbúnaðarins, Ísland, greiðir frá um seyðasýningar í Íslandi. Eyjólfur hevur verið við sýnarunum kring landið, hann hevur sýnað luttakandi seyðirnar, soleiðis sum sýnað verður í Íslandi.

·         Úrslitini av Landsseyðasýningini 2019 verða kunngjørd, og landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, handar virðislønirnar. 

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…