Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: bakkafrost.fo

Bakkafrost: Møguleiki at keypa nýggj partabrøv

SKRIVAÐ: Bakkafrost  |  21.11.2019 - 11:02 Tíðindaskriv Vinna

P/F Bakkafrost gevur hervið partaeigarum, ið áttu partabrøv í Bakkafrost, tá ið keypskálin (Oslo Børs) stongdi 26. september 2019, høvi at tekna seg fyri nýggj partabrøv í felagnum til kurs NOK 500 fyri hvørt partabræv. Tilsamans eru upp til 1.000.000 nýggj partabrøv tøk at tekna. Partabrøvini hava eitt áljóðandi virði á DKK 1,00 og eru skrásett á Oslo Børs undir eyðmerkingini (ticker code) „BAKKA“.

Endamálið við tilboðnum er at tryggja, at eisini teir partaeigarar, ið ikki fingu høvi at tekna seg fyri nýggj partabrøv til kurs NOK 500 tann 25. september 2019, nú fáa høvi at vera við. Sostatt verða allir partaeigarar í mest møguligan mun viðgjørdir eins og hava møguleika at minka um útvatningina av ognarluti sínum í P/F Bakkafrost.

Treytin fyri tekning er, at partaeigarin:

·       Átti partabrøv, tá ið keypskálin (Oslo Børs) stongdi 26. september 2019

·       Ikki fekk høvi at tekna partapening 25. september 2019

·       Er búsitandi í einum landi, sum loyvir tillutan av tekningarrætti til partabrøv sambært treytunum í prospektinum. Føroyar og hini Norðurlondini eru m.a. dømi um lond, ið lúka treytirnar.

 

Partaeigari, ið lýkur hesar treytir, fær tillutaðan rætt at tekna seg fyri og fáa tillutað nýggj partabrøv, svarandi til 2,85% av samlaða ognarluti sínum, tá ið keypskálin (Oslo Børs) læt aftur 26. september 2019. Møguleiki er tó at tekna seg fyri eitt hægri tal av partabrøvum (yvirtekna seg). Tó fær eingin partaeigari tillutað meira enn 14,5% av partabrøvunum, sum hann átti, tá ið keypskálin læt aftur 26. september 2019.

Høvi er at tekna partabrøv frá 21. november 2019 kl. 08:00 føroyska tíð og til og við 05. desember 2019 kl. 15:30 føroyska tíð.

Áhugað skulu kunna seg um prospektið og tilhoyrandi tilfarið, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Bakkafrost:

https://www.bakkafrost.com/fo/investor-relations/share-information/bakkafrost_prospectus/prospecus-and-subsequent-offering-nov-2019/

Tekningin fer fram við at venda sær til peningastovnin, har goymsla partaeigarans er.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!