Lýsing
Lýsing
Lýsing

Innilig áheitan á Klaksvíkar Ítróttarfelag

SKRIVAÐ: Ísak Mikladal  |  26.11.2019 - 06:51 Ítrottur Lesarabrøv

Eg fari vinarliga at heita á Klaksvíkar Ítróttarfelag, um at fylgja hugburðinum hjá Fótbótssambandinum, tá tað kemur til rakstrar/menningar stuðul frá tí almenna

Stutt eftir, at Fótbóltssambandið gjørdist limur í FIFA og UEFA, varð avgerð tikin um at melda A-landsliðið til altjóða undankappingar í EM og HM.

Hetta setti stór fíggjarlig krøv til Fótbóltssambandið, tí eingin stuðul, ella afturbering, var tá frá UEFA ella FIFA. Shell var fyrsti høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum og uttan stuðulin frá Shell, var als ikki gjørligt at luttaka í fyrstu EM- undankappingini. Men skjótt var greitt, at Fótbóltssambandið og vinnilívið einsamøll ikki vóru før fyri at fáa neyðugu rakstrar fíggingina til vega, soleiðis at A-landsliðið kundi halda fram.

Tí bleiv avgjørt at heita á Løgtingið um stuðul. Umsókn varð send fíggjarnevnd løgtingsins, um serstakan stuðul til hetta arbeiðið, og var umsóknin gingin á møti í nøkur ár. Uttan hesa hjálp hevði arbeiðið við A-landsliðnum mest sannlíkt steðga upp.

Sum frá leið kom UEFA við afturbering, sum munaði ómetaliga væl fíggjarliga. Seinni vuksu inntøkurnar frá sjónvarpsrættindum so mikið, at fíggjarliga rakstaragrundarlagið var tryggjað framyvir.

So skjótt hetta var veruleiki, var avgjørt ikki at senda umsókn til fíggjarnevnd løgtingssins um stuðul á løgtingsfíggjarlógini, tí nú megnaði Fótbóltssambandið saman við øðrum, at greiða allar rakstrarútreiðslur sjálvt uttan almennan rakstrarpening.

Komandi ár fær Klaksvíkar Ítróttarfelag umleið 7 milliónir krónur frá UEFA í sambandi við UEFA luttøku. Afturat hesum koma tær inntøkur, sum standast av altjóða heimadystum í Klaksvík, atgongumerkjum v.m., møguliga umleið 8 mill. Kr. tilsamans í 2020, um ikki serligar orsøkir verða, kann roknast við, at felagið verður umboðað í altjóða fótbólti nøkur ár afturat.

Nú rakstrarstøðan hjá felagnum verður munandi broytt til tað betra, og fyri so vítt er tryggjað, vil eg vinarliga heita á Klaksvíkar Ítróttarfelag, um ikki at søkja stuðul frá Klaksvíkar Kommunu, ella biðja seg undan stuðli sum møguliga er avsettur á fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2020. Hetta galdandi í trý ár sum eina royndartíð. Tí, javnbjóðis tí sum er nevnt omanfyri, eigur ikki at verða neyðugt at fáa almennan rakstrarstuðul, um fíggjarliga grundarlagi hjá felagnum er tryggjað.

Um felagið velur nevndu loysn, sum eg vóni, og Klaksvíkar Kommuna heldur fram við somu samlaðu stuðulsupphædd til feløgini í kommununi framyvir, verður meira av stuðulspengum til rakstur av feløgunum í Klaksvíkar Kommunu. Hetta hevði eyðvita komið væl við hjá eftirverandi feløgunum.

 

Við ítróttarkvøðu

Ísak Mikladal

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld