Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús sett serlækna

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Sjúkrahús  |  04.12.2019 - 15:17 Tíðindaskriv Tíðindi

Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi boðar frá, at tey hava sett Poul Verner Madsen, serlækna í undirarm- og hondkirurgi, í starv. Afturat sergreinini, hevur Poul Verner drúgvar royndir í ortopædkirurgi.

Starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast um setanina, og síggja fram til at hendan sergrein nú verður støðugari í Føroyum. Poul Verner hevur starvast sum konsulentur á Klaksvíkar sjúkrahúsi umleið 4 vikur um árið, síðani 2002. Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at stórur tørvur er á hesi sergrein, m.a. tí at vinnan í Føroyum er væl umboðað av fakfólkum við støði í handverki o.líkn., og tað eru ofta hesi, ið koma illa fyri. Leiðslan leggur afturat, at tey eisini síggja nógv ítróttarfólk, ið hava tørv á serlækna í undirarm- hond- og ortopædkirurgi.

Poul Vernar hevur læknafakliga tyngd, og er eitt gott ískoyti til læknatoymið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í sínum dagliga virki í Danmark, hevur frálæra verið ein natúrligur partur í starvinum hjá Poul Vernari, m.a. hevur hann undirvíst læknum og øðrum fakbólkum í almen kirurgi og traumatologi. Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi greiðir frá, at tað er ein fyrimunur at hava ein lækna, ið hevur drúgvar royndir í at handfara bráðfeingisstøður – serliga í samband við sjúklingar, ið skulu flytast til Landssjúkrahúsið, har tey hava størri tilfeingi og útgerð til at viðgerða hesar. Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leggur afturat, at tað er sera spennandi hjá starvsfólkunum at fáa ein kirurg, ið leggur so stóran dent á frálæru, tí hetta vil uttan iva menna arbeiðið hjá starsfólkunum á skurð-, røntgen- og seingjardeildini.

Setanin av Poul Vernari er ikki ein uppnormering av læknahópinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men orsakað av, at ein lækni hevur sagt seg úr starvi eftir góða tænastu.

Leiðsla og starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síggja fram til samstarvið, og takka fráfarandi læknanum fyri gott arbeiði og samstarv.

Poul Verner Madsen tekur við starvinum í mars 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni
Bókaframløga á Biskupsstøðgarði­num í dag…
KÍ veitslan verður dupult so góð
Willy trummar í Tróndheimi
Minningarhald teirra sjólátnu
Tað næstbesta árið hjá nøkrum føroyskum…
Minningarhald í Klaksvík
- Tú hevur verið ein tryggur klettur í f…
Epli og gularøtur av Sandi
Stórmøti á Kambsdali
Myndarøð: KÍ vann 2-0 á Víkingi og hevur…
KÍ skal heiðrast - Vit møtast á Djúpumýr…
Elinborg er klár við síni fyrstu heildar…