Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróðrarmenn í dýrastu neyð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.12.2019 - 10:08 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Norðuri í Hvannasundi ganga fýra útróðrarmenn og umleið 10 mans, sum av og á egna hjá útróðrarbátinum ANRU í døpurhuga fyri einki, nú tað nærkast jólum. Eingin inntøka sjálvt um teir hava rikið bátin vinnuligt.

Orsakað av eini ómøguligari fiskivinnuskipan, er útróðrarbáturin ANRU við Gundur Sørensen dottin niður ímillum “fínu” reglugerðingarnar hjá Fiskivinnustýrinum.

Gundur Sørensen, ið er kendur útróðrarmaður og fiskimaður keypti ein stóran plastbát, gamla Grindafoss, í juli mánaða í ár.

Av tí at reglurnar, sum Fiskimálastýrið hevur sett upp eru so háttaðar, so sleppur ANRU ikki í bólk 5A fyrr enn hann í eitt rakstrarár hevur prógva at báturin verður fult rikin. Tí verður hann flokkaður í bólk 5B, sjálvt um ANRU hevur verið fult rikin líka síðani hann var keyptur og tað hevur harafturat ligið stak væl fyri við fiskarínum.

Nú ongir fiskidagar eru eftir til bólk 5B, hava bæði teir fýra menninir, sum hoyra til bátin og egnararnir gingið norðuri í Hvannasundi uttan inntøkuna frá bátinum.

Nógvur fiskur er at fáa. Í gjár var ringt veður og ein av stóru línubátunum á Klaksvík gjørdi av at seta línuna frá Líðarmunna í Djúpunum og norðureftir, faktiskt á snørisleið hjá smábátum, teir fingu góð 13.000 pund av góðum fiski.

Tað er ein sera óheppin støða hjá einum av okkara bestu fiskimonnum, at vera komin í, nú hann hevur spent seg fyri at keypa sær ein framkomnan útróðrarbát.

Politiskt hoyrist bert snakk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Lýsing