Lýsing
Lýsing
Lýsing

Animatiónsfilmar partur av jólahugnanum í Runavík

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  13.12.2019 - 05:59 Mentan Tíðindaskriv

Allan desember mánað hevur ein serstakur jólafilmur verið at sæð á húsavegginum á ráðhúsinum í Runavík. Síðani 1. desember hevur býráðshúsið verið nýtt sum filmslørift. Tá tendraði nevniliga fyrsti animatiónsfilmurin, sum er partur av jólahugnanum í økinum.

Leygardagin verða so fýra nýggir filmar lagdir afturat og uttandura filmssýningin heldur fram inntil 6. januar 2020.
Fastur táttur hevur verið at pynta økini í kommununi við smærri jólatrøum og perum. Jólamenninir vitja, stóru jólatrøini verða tendrað og brandbilurin vitjar í fleiri bygdum. Harumframt hava Jólaskipið, Jól í Gamlavegi á Skála og ikki minst Jólabygdin í Æðuvík verið við at skapa lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi.

Í ár hava vit so roynt at skapa øðrvísi lív í býnum við tí, sum nevnist 'Projection mapping' ið á ein serstakan hátt varpar animatión og aðrar litfagrar sýningar á eina 3D flatu, sum í hesum føri er ein stórur húsaveggur.

Fyrst animatiónsfilmurin tendraði 1. desember og nú verða so 4 stuttir animatiónsfilmar lagdir afturat.

Tað er Visit Runavík sum í samstarvi við Steingrund Akustik, Tectonic og Turfroofproductions standa fyri verkætlanini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…