Lýsing
Lýsing

Kom illa fyri við Føgruvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.01.2020 - 21:16 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tá hátíðarhaldið um Jólaskipið var av, valdi ein eldri kvinna at fara leiðina niðanfyri kappróðrarneystið. Men har er ikki bara sum at siga tað at ganga í myrkri.

Okkara kommuna hevur gjørt eina sera nógv brúkta gøtu fram við Føgruvík. Hendan hevur verið alt meira og meira brúkt. Fitt gøtuljós hava verið fram við gøtuni, men nú eitt byggipláss hevur verið har, hava gøtuljósini ikki lýst hesa myrku tíð.

Kvinnan, ið er um 70-80 ára altur, valdi at stytt sær um veg við at fara upp gróttrapuna við kappróðrarneystinum og so eftir asfaltinum. Men glomlýsið gjørdi at hon misti stevið og fór rullandi oman skráningin á niðaru gøtuna. Hon var komin somikið illa fyri, at hon orkaði ikki sjálv aftur á føtur, so lesari okkara, ið var vitni til tilburðin sigur, at tey máttu hjálpa henni upp. Hon var koyrd til hús, men dóttir hennara syrgdi fyri at hon fór hagani á skaðastovuna, tí hon hevði sligið høvdið í móti, og var tí illa fyri. Tíbetur slapp hon skjótt til hús aftur.

Vøkru lampurnar eru har framvegis við gøtuna, men onki ljós kemur úr teimum. Tað er ikki nøktandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…