Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðmerking til Vinnustjóra á Facebook!

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.01.2020 - 08:42 Lesarabrøv Politikkur

Klaksvíkar Kommuna eigur eingi vinnuøkir til vinnuna at byggja á og nýggja vinnuøkið, sum nú verður útgrivið omanfyri Reyvhellu, megnar heldur ikki at nøkta tørvin hjá vinnuni, sum sambært fleiri lokalum vinnulívsmonnum ið vit hava tosað við, nú av álvara hugsa um at flyta til byggiklár vinnuøkir í Eysturoynni. Samstundis standa nýggju handilshølini, sum Klaksvíkar Kommuna hevur bygt/keypt í sjálvum miðbýinum í Klaksvík ísakøld og tóm – meira enn eitt ár eftir at tey stóðu klár til at verða seld/útleigaði.

Hóast hetta hevur Vinnustjórin í Klaksvíkar Kommunu stytt sær stundir, við at hugleiða um at heilsurøktaraskúlin í Suðuroynni átti at verið fluttur til Suðurstreym???
 
Umvegis Facebook vanga sín skrivar Vinnulívsstjórin hjá Klaksvíkar Kommunu m.a. soleiðis:
 
….Eg síggi eisini væl, at forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum skrivar, at tað er ein spurningur um økonomi og ikki geografi, sum hevur við sær, at alt ov fá útbúgvin røktarstarvsfólk eru í landinum: "Tað er ein sannroynd, at fólk aftra seg við at taka útbúgvingina, og ikki er tað altíð tað geografiska, sum spælir inn, men meiri tann fíggjarligi parturin.”
Eg havi veruliga onki ímóti, at heilsuhjálparar fáa lærlingaløn, men í somu grein síggja vit eisini talvuna á myndini, sum við tølum hjá heilsuhjálparafelagnum sjálvum staðfestir, at Suðuroy er so nógva ferðir betri fyri við faklærdum røktarstarvsfólkum enn restin av landinum.
Tí eri eg eitt sindur bangin fyri, at mann við bara at staðseta útbúgvingarnar til heilsuhjálparar í Suðuroy, við einari tankagongd um at taka atlit til alt landið, hevur gjørt øllum landinum eina bjarnatænastu. 
Tí tað er altso munur á at kunna koyra frá sínum heimi í skúla, og so at mestsum verða noydd at flyta frá sínum heimi fyri at sleppa í skúla.
https://www.in.fo/…/hvussu-kunnu-vit-i-felag-utvega-fleiri…/

Heimsins nalvi og vit onnur
Tað er ein sannroynd at føroyingar hava sera lætt við at flyta til Danmarkar og longur út í heim at fá heilsubót ella útbúgving, sum eins væl kann fáast í Føroyum, men at flyta til Suðuroynna í nakrar mánaðar ella ár er ein stórur trupuleiki.
Serliga tykjast tær akademisku Føroyar hava stórar trupuleikar av at føringar framvegis liva í einum oyggjarsamfelag.
 
Men í hesum tíðum har ójavnin millum Suðurstreym gerst alsamt størri og ´himmal rópand’ átti Vinnulívstjórin hjá Klaksvíkar Kommunu havt annað at gjørt enn at lágt ástir saman við teim kreftum sum hugsa við nalvanum og bert vilja draga alt inná miðjuna.

John William Joensen 

Prentari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Lýsing