Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott lag eftir dystin | Mynd: Símun á Høvdanum

Mjølnir vann 3-1

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2020 - 06:13 Ítrottur Tíðindi

Mjølnir greiddu sína skyldu í fyrsta dystinum í bólkaspælinum. Nú sær gott út í mun til at koma í hálvfinaluna

Phil Freere byrjaði á bonkinum hesaferð. Thorvald Danielsen fekk somikið stóran snudd í øðrum setti, at Phil mátti inn at spæla sum hevari. Tað kom hann væl frá. 

Stóri miðjumaðurin av toftum Trygvi Hansen spældi við einum smíli allan dystin. Um tað er tí at hann skal giftast í næstum ella tí at hetta vóru hansara fyrstu minuttir á vøllinum í ár skal verða ósagt. Í hvørt fall sást beinavegin hvønn mun hann ger fyri liðið. Hann leikti sera væl. 

Tað er hugaligt at hyggja út á bonkin hjá Mjølnir. Har eru nógvir mans, tað økir kappingina um at spæla og tað er bara gott fyri liðið.  

Settúrslitini vóru 25-20, 23-25, 25-18 og 25-22.

Mjølnir spæla tveir dystir aftrat í bólkaspælinum. Hósdagin móti SÍb í Sørvági og 25. januar heima móti Fleyr b.

Hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða leiktar í Klaksvík 8. februar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…