Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sleipnir

SKRIVAÐ: Sleipnir  |  14.01.2020 - 23:36 Mentan Tíðindaskriv

Sum flestu aðrar staðir í landinum hevur áhugin á Skálafjarðarleiðini, fyri rossum og ríðing, verið skiftandi, síðani gangarin varð nýttur sum arbeiðsamboð í landbúnaði og til flutnings. Hesi seinru árini hevur áhugin fyri rossahaldi aftur tikið dik á seg, og nú var hesin vorðin somikið stórur, at tíðin var búgvin at seta á stovn eitt ríðingarfelag í økinum.

Tað var ein vælmøtt fjøld av eldri og yngri, sum var stevnd til skipanarfund í Lamba í kvøld. Avgjørt var at seta felag á stovn við tí endamáli, at røkja áhugamálini hjá fólki sum hava áhuga fyri rossum og ríðing. Felagið ætlar at skipa seg sum part av Ríðisambandi Føroya, - einum sersambandi undir Ítróttarsambandi Føroya, og harumframt skal felagið virka fyri, at ítróttarkarmarnir kring um felagið gerast so góðir, at skipaðar kappingar kunnu haldast í økinum.

Semja var um at geva felagnum felagsheitið Sleipnir, uppkallað eftir gitna hesti Óðins, og heimstaður felagsins er í Lamba í Runavíkar kommunu.

Viðtøkur felagsins vórðu samtyktar á fundinum, og eru tær skipaðar soleiðis, sum slíkar vanliga eru tað í ríðingarfeløgum, ið eru ætlað til rossahald og ítrótt.

Á fundinum var ein nevnd vald samsvarandi viðtøkunum. Sæti í nevndini fingu:

 

Jón Nónklett, formaður

Turið Petursdóttir, skrivari

Jákup Vágsheyg, peningarøkil

Anna Magnussen, nevndarlimur

Ludvík við Stein, nevndarlimur

 

Tey, sum vóru møtt á fundinum, umboðaðu 14 ross, harímillum tvey føroysk ross, og ætlanin er at leggja til brots alt fyri eitt. Tey sum hava áhuga fyri at gerast partur av felagnum kunnu sláða uppá tráðin hjá onkrum nevndarlimi fyri at frætta meiri um ætlanir Sleipnirs.

 

Jón Nónklett, formaður.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…