Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ofta nógv vindur uppi á Ørðaskarði. Tað sama er eisini galdandi við Gjáarskarð og onnur støð, sum liggja høgt. | Mynd: Suðuroyarportalurin

Lágt trýst!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.01.2020 - 21:44 Tíðindi Veðrið

Hesar dagar koma fleiri lágtrýst ímóti okkum. Nøkur teirra eru djúp, sera djúp. Sambært upplýsingum í isobarkortum frá MetOffice í Englandi, stóð eitt lágtrýst beint vestan fyri Føroyar á midnátt í gjárkvøldið. Trýstið í miðjuni var 949 hPa. Í Føroyum var trýstið sambært sama korti eitt sindur meiri hesa løtuna, 958 hPa.

Vit kunnu eftirkanna talið við at bera tað saman við mátingarnar á vedrid.fo. Har var trýstið mált í Akrabergi at vera 958 hPa. Júst sama tal.   

Hesi tøl eru lufttrýstið niðri við havið (reduserað lufttrýst).

Verður farið uppeftir frá havinum, minkar lufttrýstið. Teir fyrst 1000 metrarnar uppeftir er minkingin 1 hPa fyri hvørjar 8 metrar.

Ein mátistøð hjá Landsverki er á Ørðaskarði. Hon vísti 912 hPa á midnátt í gjár – sí mynd. Tað ljóðar øgiligt. Ikki eingang tær tropisku ódnirnar, sum frá seint á sumri herja í m.a. Bahamas og í Florida hava so lágt trýst.

Men hetta er tó ikki tann rætta myndin av støðuni fyri einum samdøgri síðan.

Ørðaskarð liggur sambært kortal.fo 274 metrar oman fyri hav. Hæddina á mastrini seti eg til 16 m

Roknað um niður til havið skulu 290m / 8m = 36 hPa leggjast aftur at mátingini uppi á Ørðaskarði. 912 hPa + 36 hPa = 948 hPa. Hetta talið er meira sannlíkt – men tó ikki tað sama, sum MetOffice ella vedrid.fo máldu. Har er ein munur à 10 hPa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…