Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er tín leiðari Ársins leiðari 2020?

SKRIVAÐ: Synergi  |  16.01.2020 - 11:22 Tíðindi Vinna

Seinasta freist at senda inn tilnevning til Ársins leiðarar er í dag.

Í dag er seinasta freist at send inn tilnevningar til hvørji skulu gerast Ársins leiðarar. Ein innan tað privata og ein innan tað almenna. Ger tína ávirkan galdandi.

Sum undanfarin ár kunnu øll tilnevna Ársins Leiðarar. Vit hava fingið nógvar tilnevningar, við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. Hvør veit, kanska eru Ársins leiðarar júst millum seinastu tilnevningarnar.

Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur. Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2020 ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi ídag.

Tú kanst senda tilnevning til Ársins Leiðarar 2020 bæði innan tað privata og almenna. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar, ein innantað almenna og ein innan tað privata.

Tú kanst tilnevna frá leinkjuni HER! Les alt um Leiðaradagin HER!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…