Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá Havnin fær brennistøðina má IRF fáa alla umsitingina

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen  |  22.01.2020 - 22:04 Lesarabrøv Politikkur

Um ein felags brennistøð fyri alt landið og tað hartil hoyrandi virksemið verður lagt í Tórshavn, so eigur øll umsitingin fyri hetta samstarv sjálvsagt at verða savnað á einum staði, har IRF hevur høvuðsstøð. Tað er heldur ikki rationelt at leggja leiðslu og umsiting av einum slíkum samstarvi á tvey ymisk støð.

Tað var eitt stórt framstig, tá kommunurnar fyri 30 árum síðan tóku lógvatak og stovnaðu IRF, har Klaksvík, Vágur, Tvøroyri, Fuglafjørður, Runavík og hinar kommunurnar á meginlandinum standa javnbjóðis saman við smærru útjaðarabygdunum, so allir borgarar rinda tað sama fyri hesa tænastu.

 

Tórshavnar kommuna er uttan fyri IRF, og tí hava vit í nógv ár havt tvær skipanir og tvær brennistøðir í Føroyum. Nú, 30 ár seinni, skulu bæði IRF og Havnin aftur gera íløgur í nýggjar brennistøðir, og tað reisir aftur spurningin um eina felags brennistøð og harvið eitt landsumfatandi renovatiónssamstarv.

 

Talan er um íløgur fyri hundraðtals milliónir í antin eina ella tvær brennistøðir. Her hevði verið áhugavert at fingið eina útrokning av, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska samfelagnum eyka í hesi 30 árini, at vit hava havt tvær renovatiónsskipanir heldur enn eina.

 

Í miðlunum er komið fram, at samráðingar millum IRF og Tórshavnar kommunu leggja upp til eitt býti í einum samanløgdum renovatiónssamstarvi fyri alt landið, har ein felags brennistøð verður bygd í Havn, sum harvið fær nyttuna av avlopshita og atknýttum arbeiðsplássum, umframt at ein partur av umsitingini fyri víðkaða IRF-felagsskapin eisini verður í Havn, meðan størri parturin av umsitingini verður har, IRF hevur sína høvuðsstøð í dag.

 

Higartil er ikki komið fram, hvønn part av umsitingini fyri víðkaða IRF-felagsskapin ætlanin er at leggja í Havn, men grundleggjandi er tað ikki javnbjóðis, at bæði sjálv brennistøðin og virksemið kring hana, OG ein partur av umsitingini fyri eitt slíkt samanlagt samstarv verður staðsett í Tórshavn.

 

Í 30 ár hava allar kommunur í landinum, uttan Havnin, solidariskt borið kostnaðin av at savna inn, brenna og endurnýta alt rusk úr øllum landinum, eisini úr útjaðaranum, har stórar sum smáar kommunur hava goldið tað sama pr. borgara, sama hvar í landinum ein býr.

 

Eg taki undir við einum renovatiónssamstarvi fyri alt landið, og kann eisini taka undir við, at ein felags brennistøð fyri alt landið og tað hartil hoyrandi virksemið verður lagt í Havn, men samstundis eigur øll umsitingin fyri hetta samstarv sjálvsagt at verða savnað á einum staði, har IRF hevur høvuðsstøð. Tað er heldur ikki rationelt at leggja leiðslu og umsiting av einum slíkum samstarvi á tvey ymisk støð.

 

Klaksvík, 20. januar 2020

Herfrí Sørensen
Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð

 

Herfrí Sørensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…