Forsetavalstríðið í USA skotið í gongd
2020 er eitt hendingaríkt ár í altjóða politikki. Tað byrjaði við realiseringini av Brexit og fer at enda við amerikanska forsetavalinum, sum í ár er óvanliga spennandi. Tann mest umstríddi forsetin síðani Richard Nixon skal royna at endurvinna forsetasessin, og hann hevur longu í síni fyrstu setu nóg mikið av førningi til bæði at verða afturvaldur og til at vera feldur. Gølurnar hava verið stórar og talríkar, men tað hava sigrarnir eisini.
Í dag er so tiltikni Iowa Caucus, sum av mongum verður roknað sum startskotið til forsetavalið. Í grundini er ein “caucus” ein valfundur, men fyri bert tann eina flokkin, soleiðis at skilja, at republikararnir hava ein caucus og demokratarnir ein annan. Í mun til “primary elections”, sum í grundini eru tað, vit kenna sum uppstillingarfundir, so eru caucus’ar ikki bert fyri skrásettar veljarar, sum atkvøða, men meira kjakfundir, har øll kunnu luttaka og atkvøða.
Donald Trump hevur sjálvandi tann stóra fyrimunin, at hann er ein sitandi forseti, og sum soleiðis hevur hann onki innanhýsis mótvalevni í egnum flokki. Tað er ein sjálvfylgja, at sitandi forsetin er einasta valevnið hjá sínum flokki eftir fyrstu setuna. Í demokratiska flokkinum er hinvegin stór ósemja um, hvør skal bjóða Donald Trump av, og líkt er til at demokratiska uppstillingin aftur í ár verður heldur skitin.
Hilary Clinton, sum í 2016 tapti tepurt fyri Donald Trump – hon vann enntá “popular vote” – er frammi aftur og vil “takka” valevninum Bernie Sanders fyri seinast. Eftir at Bernie Sanders tapti primary election ímóti Hilary Clinton heitti Bernie Sanders ikki á sínar veljarar um at stuðla Clinton, nakað sum annars er siðvenja, at tapandi valevnið heitir á sínar veljarar at gera. Orsøkin var, at Bernie Sanders metti demokratiska flokkin hava spilt sær spælið óreiðiliga.
Ábendingar eru soleiðis um, at Clinton og Sanders skiftast um at koyra grús í maskinaríið fyri hvørjum øðrum, og tað kann leggja leiðir beinar fyri Joe Biden, varaforsetanum hjá Barack Obama, sum nú stillar upp. Tað er eisini hann, sum Donald Trump sær sum størsta kappingarneyta sín, og sum hann tí hevur vent kanónirnar ímóti. Alt bendir á, at Donald Trump nú kemur styrktur burturúr sínum ríkisrættarmáli, men at Joe Biden av tí sama fer at vinna demokratarnar, tí hann var ímyndin av mótstøðuni ímóti Trump í málinum.
Harða linjan hjá Trump hevur vunnið nógvar tjóðskaparligar erka-amerikanarar, men spurningurin er, um tað er nóg mikið. Fleiri amerikanarar eru, sum ynskja eina meira diplomatiska linju. Brexit kann gerast Trump ein hjálp, tí við Bretlandi fær USA ein máttmiklan allieraðan, eisini við konservativari leiðslu. Onki er at ivast í, at Boris Johnson helst vil samstarva við Trump sum tøkk fyri, at Trump stuðlaði sær í Brexit-málinum.
Úteftir vinnur Trump helst nøkur stig uppá avgjørdu støðuna mótvegis Kina, men tapir nokk eisini nøkur uppá heldur klossutu framferðina í Miðeystri, hvørs endamál framvegis tykist rættiliga ógreitt. Ein støða, sum byrjaði við eyðkenda avgjørdleikanum hjá Trump, men endaði heldur hálvhjartað. Støðan á mexicanska markinum er somuleiðis hálvhjartað og kann á sama hátt geva stig báðar vegir.
Nú valstríðið í USA byrjar við Iowa caucus fara vit at fáa fyrstu ábendingarnar um, hvussu forsetavalevnini standa seg. Bæði innanhýsis í Demokratiska flokkinum, og hvussu Donald Trump fer at standa seg ímóti teimum. Norðlýsið fer at fylgja væl við í Iowa og gera metingar.