Lýsing
Lýsing
Lýsing
Okkara egni matserfrøðingur Gutti Winther saman við Poul Andrias Ziska, høvuðskokki á Koks. | Mynd: Jóhann Lützen

Koks ger tað aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2020 - 23:33 Mentan Tíðindi Vinna

Koks setti Føroyar á gastronomiska heimskortið. Matstovan gjørdi tað ómøguliga fyri fáum árum síðani og fekk eina Michelin-stjørnu. Síðani kom tann næsta, og nú er so ein onnur, grøn stjørna komin afturat. Vit kunnu ikki annað enn vera errin av, at Føroyar í heila tikið eiga eina so framúrskarandi matstovu sum Koks.

Tað ber ikki til at siga, at Koks hevur havt tað lætt í Føroyum. Hon hevur livað við fyribilsloyvum, og myndugleikarnir hava ikki gjørt tað lætt fyri lítlu matstovuna í heimsflokki. Matstovan vil fegin húsast í náttúruvøkrum umhvørvi, men við okkara túsundáralongu náttúrusøgu eru óteljandi atlit at taka. Við Gjónna vóru tað frítíðarfiskarar, og nú órógva ætlanirnar ein køst, sum bóndin ætlar at leggja á staðnum, Koks hevur útsæð sær.

Óansæð hvørjum ein “heldur við” í málinum, so mugu allar góðar kreftir síggja, at Koks hevur eitt ómissandi virði fyri Føroyar. Nýggja grøna stjørnan merkir, at matstovan eisini skarar framúr, tá tað kemur til burðardygd, og tær báðar michelinstjørnurnar merkja, at matlistarliga er Koks í heimsflokki. Vit hava við ein úrmæling at gera, og teir skulu eggjast og stimrast.

Tað var á hátíðarhaldi í Trondheim í dag kl. 17, at Koks, umframt at varðveita sínar báðar verandi stjørnur eisini fekk ta grønu fýrasmæru-stjørnuna fyri “Sustainability”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival