Lýsing
Lýsing
Lýsing
Turið Arge uttast til høgru á myndini er aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. | Mynd: Dávur Winther

Er ein skuggastjórn í landsumsitingini sum ikki virðir samtyktir løgtingsins?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2020 - 07:43 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Hóast Føroya Løgting í 2017 púra greitt samtykti, at varðveita sjálvstøðugu leiðslurnar (stjórarnar) á teimum trimum sjúkrahúsunum, so hevur embætisverkið í landsumsitingini pr. í dag, mánadagin 17. februar 2020, tikið fíggjarligu stjóraheimildirnar frá Alexandru á Dul, stjóra á KS, og frá Hans Paula Henryson, stjóra á SS, og givið hesar til Steinar Eirikstoft, stjóra á LS.

Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvat siktið er hjá landsumsitingini í Tórshavn, sum í 2016 fekk stáplað upp á beinini eina menningarætlan við íalt 25 tilmælum fyri sjúkrahúsverkið.

Eitt av tilmælunum var: “Ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini”, har mælt varð til, “at ein felags leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið verður sett, har tað er ein stjóri sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri øllum virkseminum í sjúkrahúsverkinum. Stjórin eigur at hava varastjórar afturat sær, sum stuðla undir tey økir sum stjórin ikki hevur so stórt innlit í, og sum tryggja, at øll trý sjúkrahúsini hava eina dagliga leiðslu....”

Men júst hetta tilmælið var tað, sum IKKI fekk undirtøku á Føroya Løgtingi, sum tvørturímóti samtykti at varðveita tær tríggjar sjálvstøðugu leiðslurnar (stjórarnar) á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Hetta váttaði eitt nú táverandi løgtingskvinnan úr Norðoyggjum, sum tá var 17 limurin í tí landsstýrissamgonguni, eftirfylgjandi í staðfestandi grein í http://september.fo/oluva-klettskard-lovar-okt-virksemi-a-klaksvikar-sjukrahusi/, har hon m.a. sigur:

Fyrr í ár komu 25 tilmæli um sjúkrahúsverkið í løgtingið frá landstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg. Av teimum 25 tilmælunum vórðu 24 samtykt, og Óluva Klettskarð er glað um tilmælini, og hon leggur dent á, at tey eru góð fyri Norðuroyggjar.

– Tað komu 25 tilmæli fyri løgtingið, og vit hava samtykt 24 av teimum tilmælinum. Vit vildu til dømis ikki samtykkja, at leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, greiðir Óluva Klettskarð frá.”

Sostatt er greitt, at landsumsitingin fyrst royndi at avtaka stjórarnar fyri KS og SS ígjøgnum eitt tilmæli til Føroya Løgting, men umsitingin fekk noktandi svar frá hægsta valdi í landinum, sum vil, at stjórarnir fyri KS og SS verða varðveittir.

Kortini blívur landsumsitingin við at arbeiða eftir egnum ætlanum og ímóti løgtingsins vilja, tí í dag, mánadagin 17. februar 2020, hevur hon, beinleiðis ímóti samtykta vilja Føroya Løgtings, tikið fíggjarligu stjóraheimildirnar frá Alexandru á Dul, stjóra á KS, og frá Hans Paula Henryson, stjóra á SS, og givið hesar til Steinar Eirikstoft, stjóra á LS.

Um Føroya Løgting góðtekur slíka umsitingarliga arrogansu og myttarí, so undirgrevur okkara hægsta fólkavalda ting sín egna myndugleika, og vit eru í ferð við at missa demokratisku skipan okkara á gólvið.

Uppgávan hjá løgmanni og landsstýrisfólkum er at gera vilja løgtingsins, sum er valt av Føroya fólki, og uppgávan hjá landsumsitingini er loyalt at lýða hesar grundleggjanid spælireglur undir treytaleysu leiðsluni hjá sínum landsstýrisfólki, sum ábyrgdast persónliga, um hesar reglur verða brotnar.

Tí er her talan um eitt álvarsmál fyri núverandi landsstýri, um landsumsitingin nú snikkaleys sleppur at útinna egnar ætlanir og tráanir um sentralisering ímóti greiðu samtyktum Føroya Løgtings.

Núverandi landsstýrissamgonga hevur eisini bert 17 mandatir, og tað er nú ikki bara Jóhan Dahl, sum  er 17 maður í hesi samgonguni. Nei, tað er hvør tann einasti ein av tingmonnunum, eisini teir hiðani úr økinum, sum hava valt havnarmannin Kaj Leo Holm Johannesen til landsstýrismann í heilsumálum.

Her er vert at hava í huga, at tað sanniliga ikki var Havnin, sum vann seinasta løgtingsval, nei tað vóru økini kring landið, sum vunnu og sum tryggjaðu hesari landsstýrissamgonguni meirilutan á Føroya Løgtingi, og tí kann tað ikki vera ein trupulleiki at prika Bárð á Steig Nielsen og Kaj Leo Holm Johannesen í ryggin og siga teimum, hvat klokkan hevur sligið. Ella er tað veruliga so galið?

Tað kann altso ikki passa, at Klaksvík og Norðoyggjar, sum tryggjaðu hesi stjórnini valdið, skulu  afturlønast á henda ljóta, sentralistiska og ódemokratiska hátt, við at teppið verður hálað undan tí seinasta almenna stjóranum, sum eftirhondini er í Klaksvík.

Ella er ein skuggastjórn í landsumsitingini sum ikki virðir samtyktir løgtingsins?! Og góðtekur Føroya Løgting slíkt? Nei, sláið nú nevan í borðið, tit – nú kann verða vell !

Lýsing
Seinastu tíðindini
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…
Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl
Veðrið í vikuni
Myndir frá Kórstevnuni