Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smæran: Tá ið Karin K fór til Eysturgrønlands við 10 útróðrarbátum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2020 - 10:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Jógvan Arge greiðir frá bók sínari í Smæruni kl. 15.00 í dag. Brot úr bókini: Teir tóku land, sum Jógvan Arge hevur skrivað  

Konvoyin hjá Kjølbro

Leygardagin 8. august 1959 var Klaksvíkin flaggskrýdd, og nógv fólk var komið saman at siga meir enn 130 monnum á 10 útróðrarbátum og einum farmskipi farvæl. Hin grámálaða Karin K sigldi á odda fyri fylginum, tá tað legði út av Klaksvíkini. Hon skuldi vera móðurskip hjá teimun hvítmálaðu útróðrarbátunum, meðan teir fiskaðu við snellu undir Eysturgrønlandi.

 

Við útróðrarbátunum vóru 92 mans og við móðurskipinum um 40. Meginparturin av fólkinum var úr Norðoyggjinum, men Eysturoyggin og Suðuroyggin vóru væl umboðaðar, og menn vóru eisini úr Streymoynni, Norðstreymi og Sandoynni.

 

Partfelagið J. F. Kjølbro stóð fyri fiskiroyndini, og hevði gjørt serligan sáttmála við menninar. Væl lá fyri at fá fólk, tí útróðrarbátarnir fingu ikki nógv undir Føroyum hesa ársins tíðina.

 

Av tí, at farmasiglingin ikki gav so nógv beint tá, kundi Karin K eisini leggjast til ferðina. Endamálið var at royna fiskileiðirnar í Eysturgrøndlandi og serliga at fáa stóran tosk.

 

P/f J. F. Kjølbro var um hetta mundið størsta handils- og útgerðavirki í Føroyum. Aftrat ymsum handlum og nógvum virkjum á landi, átti felagið tríggjar stórar trolarar, fleiri sluppir og skonnartir og hartil nógvar útróðrarbátar.

 

Stórt virksemi

Kjølbro átti átta av útróðrarbátunum og leigaði tveir aftrat. Teir vóru mannaðir við 8 til 12 monnum hvør. Upprunaliga var ætlanin, at skonnartin Polo, sum Kjølbro eisini átti, skuldi fara við fylginum til Eysturgrønlands sum hjálparskip, men hetta varð avsligið.

 

Bátarnir hjá Kjølbro vóru Grunningur, Dragasund, Ørvur, Nevið Reyða, Dragin, Eysturhøvdi, Eystnes og Havsbrún. Formenn á teimun vóru Hans Jensen, Magnus Louis Poulsen, Poul Adrian Andreasen, Kamar Joensen, Albin Johannesen, Andreas Jacobsen, Arne Joensen og Jógvan Sigurðsson, sum allir vóru búsettir í Klaksvík.

 

Bátarnir, sum Kjølbro leigaði til ferðina, vóru Glottin úr Klaksvík og Mathilda úr Leirvík. Formenn á teimum vóru Ove Selheygg í Klaksvík og Jákup Vatnhamar í Leirvík.

 

Umborð á Karin K vóru um 40 mans. Alexander Sigurðsson var skipari og leiðari fyri ferðini. Fyrsti stýrimaður var Leivur Christiansen úr Norðdepli, annar stýrimaður Jógvan Frederiksberg av Strondum, og triði stýrimaður var bróður skiparan, Haldur Sigurðsson, úr Klaksvík.

 

Í maskinrúminum vóru tríggir meistarar: Hans Poulsen og Torry Niclasen úr Klaksvík og Poul Hansen av Eiði. Hovmeistari var Jákup Petur Mohr úr Fuglafirði.

 

Á dekkinum var Bjarti Petersen oddamaður, og tann blaðungi Alfons Sigurðsson var kamardrongur.

Mathilda mundi sokkið

Einaferð mundi konvoyin mist ein bát inni í ísinum. Tað var leirvíksbáturin Mathild. Alexander Sigurðsson greiddi frá: Hetta var ein dagin, teir fiskaðu sunnanfyri Kap Danoynna. Sýnið var ringt, og bátarnir høvdu funnið sær eitt pláss, sum teir hildu vera toluliga ísfrítt, men áðrenn nakran vardi, hevði ísurin tikið saman um teir, og teir vóru innibyrgdir.

 

Tað eydnaðist teimum flestu bátunum at koma út, men ikki Mathildu. Ísurin skrúvaði saman um hana, og hon mundi farið fyri onki. Men hinir bátanir bóru skjótt at og fóru til hjálpar.

 

Grunningur og Dragasund vóru 100 metrar frá Mathildu. Menn gingu á ísinum ímillum bátarnar og fingu ein enda tvørtur um ísin. Ein maður fór frá Mathildu við einari kastilínu, og ein maður fór frá Dragasundi og dróg ein enda eftir sær.

 

Soleiðis fekst samband millum bátarnar. Grunningur og Dragasund høvdu góða maskinu, og teir settu báðir á. Tað eydnaðist at fáa Mathildu út. Stundum varð hon drigin oman á ísinum.

 

Høvdu menn ikki borið so skjótt at, so fór hon óivað fyri onki. Hetta var eitt roysnisbragd, segði Alexander Sigurðsson, skipari á Karin K.

 

Smæran mikudagin

Kl. 15.00         Jógvan Arge greiðir frá

“Karin K” við útróðrarbátum í Eysturgrønlandi í 1959

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…