Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðhøllin á Skúlatrøð í kvøld: Fiskivinnulóggávan á vágskálini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2020 - 11:21 Mentan Vinna

Á Torradøgunum fara umboð fyri allar flokkar á løgtingi at kjakast um nýggju fiskivinnulóggávuna og avleiðingarnar av henni. Aftaná kjakast fólk úr vinnuni.

Lógin um sjófeingi hevði bara tvey ár á baki, áðrenn umfatandi broytingar vórðu gjørdar av samgonguni, ið tók við eftir løgtingsvalið í fjørheyst.

Eftir hart orðaskifti varð nýggja fiskivinnulóggávan samtykt við teprum meiriluta, stutt fyri jól. Fleiri grundleggjanndi broytingar vórðu tá gjørdar í tí fiskivinnulóggávu, sum kom í gildi 1. januar 2018. Uppboðssølan varð strikað, rættindini longd upp í 12 ár, veiðiloyvini knýtt at skipunum eftir stutta skiftistíð, umframt at útlendskur kapitalur kann halda fram í vinnuni í 12 ár. Broytingar, ið sambært summum vilja geva fiskivinnuni tryggar karmar at menna og endurnýggja seg. Broytingar, ið sambært øðrum lata fiskiríkidømið upp í hendurnar á teimum fáu.

Tiltakið, ið er partur av árligu Torradøgunum í Klaksvík, verður í Miðhøllini á Skúlatrøð. Byrjað verður stundisliga klokkan 19. Kringvarpið sendir beinleiðis.

 

Kjakast um fiskivinnupolitisku kósina

Á Torradøgunum fara politisku flokkarnir at geva sítt stutta og neyva boð uppá, hvussu fiskivinnupolitiska kósin broyttist við nýggju lóggávuni, ið kom í gildi á nýggjárinum.

Síðani verður kjakast um, hvussu landskassin fær sín part av ríkidøminum í havinum. Samgongan ynskir eitt ”yvirskotsgrundað gjald”, sum út frá verandi fortreytum gevur umleið somu inntøkur sum í 2018. Men hvat merkir tað? Og hvussu skal tað skattast, tá rættindi at fiska verða seld millum feløg?

Samgongan sigur seg vilja skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna, soleiðis at fiskiflotin kann endurnýggjast. Men hvat liggur í hesi útsøgn? Og verður fiskivinnan samstundis ein vinna við alsamt færri feløgum, soleiðis sum gongdin bleiv í alivinnuni?

 

Politiska kjakið er á skránni frá klokkan 19 til klokkan 20:50, og høvi verður eisini hjá fundarfólki at seta politikarunum spurningar.

Beint aftaná, klokkan 21, fara vinnulívsfólk at kjakast um nýggju fiskivinnulóggávuna og avleiðinganar av henni. Eisini spyrja vit vinnulívsfólkini, hvussu skiftandi fiskivinnupolitikkur ávirkar tey. Vinnukjakið verðu í áleið hálvan tíma.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…