Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður mælir til at endurskoða stýrisskipanarlógina

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  19.02.2020 - 13:25 Politikkur Tíðindaskriv

Tíðin er búgvin til at endurskoða fleiri tættir í stýrisskipanarlógini. Tað gjørdi løgmaður greitt í Løgtinginum í dag undir orðaskiftinum um at broyta almennu heitini í stýrisskipanarlógini. Løgmaður heldur, at stig eiga at verða tikin til at hyggja nærri at stýrisskipanarlógini í einari heild heldur enn at gera einstakar broytingar.

“Tað eru fleiri tættir í stýrisskipanarlógini, sum vit eiga at hygga at. Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er tað neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, eins og støða skal takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru yvir føroyskari lóggávu. Tað skilabesta er, at vit viðgera allar broytingarnar undir einum," vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á. 
Stýrisskipanarlógin varð samtykt á Føroya løgtingi í 1994. Hon er at kalla ikki broytt síðani. Verða stig tikin at broyta stýrisskipanarlógina, so krevst, at tvey Løgting samtykkja broytingarnar.

“Stýrisskipanarlógin er omanfyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á umboð fyri allar politiskar flokkar um at seta seg saman fyri at stinga út í korti, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina,” heldur løgmaður. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vatnkríggj í fagrasta verði
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum
Frásøgn um eina av lívshendingu­num frá B…
Lands­stýris­kvinnan á Aqua Nor í Tróndhei…
Adrenaline við nýggjum staklagið
Skráin fyri Norð Festivalin 2025 klár! 
Vit fegnast um uppskotið – men meira má…
KÍ kaffi í morgin
Stuttfilmur um Karl í Ánunum