Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: dbu.dk

Danski A-landsliðsvenjarin vitjar KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.02.2020 - 11:24 Ítrottur Tíðindi

KÍ fær forkunnuga vitjan komandi vikuskiftið.

KÍ skrivar soleiðis:

Komandi vikuskifti fær KÍ sera forkunnuga vitjan. Talan er um komandi danska A-landsliðsvenjaranum, Kasper Hjulmand, ið frá 1. August 2020 tekur yvir eftir Åge Hareide.

47 ára gamali Kasper Hjulmand, hevur verið venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05, Lyngby og FC Nordsjælland, har hann hevur verið venjari í tveimum umførum.

Fyrra tíðarskeiðið hjá FC Nordsjælland eydnaðist serliga væl, har felagið gjørdist danskur meistari í 2012, og fekk samstundis beinleiðis atgongd til Champions Leagues bólkaspælið.

Kappingarárið 2014 var hann venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05. Í 2016 kom hann aftur til FC Nordsjælland, har hann kappingarárið 2017/2018 við felagnum gjørdist nummar trý.
Hansara eyðkenni er góður álops- og 'possession' fótbóltur, ið ofta verður settur í samband við FC Barcelona.

Kasper at hyggja at felagnum og ráðgeva hvussu vit kunnu gerast eitt serkari altjóða felag. Fríggjakvøldi hevur KÍ eitt serligt tiltak fyri sponsorunum har Kasper kemur at hava ein fyrilestur fyri teimum.

Kasper kemur at vera saman við Mikkjal til venjingar og til stórsteypadystin ímillum KÍ-HB sum verður spældur á Tórsvølli leygardagin kl. 19.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður
Tiltøk í vikuni
Úrslit í Norð­oyggjum
KÍ á breddan í dag
Jóhannes Miðskarð í Altinget: kunnu børn…
Børn sum bera brek ella hava serligan tø…
Veðrið í Streymnesi
Løgmaður: - Ingilín og Uni stilla ikki u…
Okkara umboð til løgtingsvalið
Vinjard Johansen stillar upp fyri Miðflo…
Neyðugt er at seta ferð á grøna orkuskif…
Øðrvísi valgrein: løgtingsval, fólkating…
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Lýsing