Lýsing
Lýsing

Samstarv millum Føroyar og Grønland

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  02.03.2020 - 17:06 Lesarabrøv Mentan

Dagurin 21. februar 2020 fer at gerast ein minniligur dagur fyri føroyingar og grønlendingar.

Orsøkin er, at henda dag varð grønlendska-føroyska orðabókin løgd fram í Grønlendingahúsunum í Tórshavn. 

 


Tað er eyðsæð, at samvinna millum grønlendingar og føroyingar er báðum fólkunum til lukku lagað. Vit eru jú ikki nógv, men saman eru vit næstan 110.000. Grønlendska málið verður tosað heilt yvir til Ruslands, so betri vit klára okkum, størri verður áhugin hjá hesum ættfólkum at taka upp samstarv við okkum. 

 


Tíverri hevur útlendsk uppílegging forðað fyri munadyggari samvinnu okkara millum. Fá av okkum hava lært okkum grønlendskt, og fá í Grønlandi hava lært seg føroyskt. 

 


Men undantøk eru. 

 


Ein av hesum undantøkum er Elin Neshamar. Hon hevur føroysk foreldur, sum fluttu til Grønlands tá hon var smágenta. Foreldrini tosaðu føroyskt við børnini, so tey lærdu sítt móðurmál fra barnsbeini. Samstundis spældu tey við grønlendsku børnini og lærdu at tosa grønlendskt eins væl sum føroyskt. Í skúlanum var hon saman við grønlendsku børnunum og tey roknaðu hana sum ein av sínum egnu. Tilkomin fór hon á grønlendska universitetið, sum eitur ilisimatusarfik (tað stað ið til ber at læra), og har fekk hon prógv í grønlendskum við frálíkum úrsliti. Nú er hon komin til Føroya, og her vendi Jonhard Mikkelsen sær til hennara og spurdi, um hon kundi gera orðabøkur, so tað bar til at samskifta beinleiðis millum grønlendskt og føroyskt. Tíbetur vísti tað seg, at føroyska vinnulívið hevur tær gávur at síggja hvat ið veruliga hevur týdning, og ein av hesum fyritøkum, JFK, átók sær at bera mesta kostnaðin av hesi verkætlan. 

 


Nú er fyrsta stóra stigið tikið, og nú ber til hjá føroyingum at síggja hvat ið grønlendsku orðini merkja. Næsta stigið er, at grønlendingar sleppa at síggja, hvat ið føroysku orðini týða, og hetta verður í tí føroysku-grønlendsku orðabókini, sum Elin Neshamar er farin undir. 

 


Fyri føroyska málið er hetta ein stórhending. Afturat teimum orðabókum, sum vit longu hava atkomulig fullkomuliga ókeypis á netinum kunnu vit nú sprota okkum til kunnleika um grønlendskt. Fyri grønlendingar er hetta eisini ein stórur dagur. Frammanundan hava teir bert orðabøkur til og frá donskum og enskum, men nú er grønlendskt eitt av teimum fáu av heimsins málum, sum hava orðabøkur til og frá trimum øðrum málum. Fyri grønlendskt er hetta eitt satt riddaraslag!

 


Nú ræður um at bæði føroyingar og grønlendingar fara at nýta teir møguleikar, sum nú eru komnir, til at fáa fleiri av okkara landsmonnum at læra málini hjá hvørjum øðrum. Tað er tí umráðandi, at teir føroyingar, sum eru í Grønlandi, gera eins og foreldrini hjá Elin og síggja til at børnini bæði tala føroyskt heima, eins og tey spæla við grønlendsku børnini og ganga í skúla saman við teimum. So fáa tey tann ríka grønlendska mentanararvin at kenna og kunnu tosa við landsmenn í Canada, Alaska og Russlandi. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at grønlendingar, sum eru her í Føroyum, leggja dent á at børnini læra grønlendskt umframt føroyskt. Tað er øll orsøk til at vit miðvíst síggja til, at hesi børn læra grønlendskt saman við javnlíkum sínum gjøgnum skúlaárini. Tá fara vit heilt skjótt at fáa eitt valalið av tvímælingum, ið kunnu samstarva á øllum økjum fyri at menna bæði Grønland og Føroyar. 

 


At hetta samstarv hevur alstóran týdning á vinnuøkinum er eyðsæð. 

 


Einki er harumframt at ivast í, at tað eisini er umráðandi við samstarvi millum tey við hægri útbúgving. 

 


Eitt nú hevði tað verið umráðandi at sett á stovn eitt professarastarv í grønlendskum við okkara fróðskaparsetur, eins og tað hevði verið natúrligt at fingið eitt professarastarv í føroyskum á ilisimatusarfik. Royndir vísa, at slík størv hava alstóran týdning fyri menningina hjá einum máli.

 


Vit hava tí alla orsøk til at fegnast í dag og skulu takka Elin Neshamar almikið fyri tað bragd, sum hon hevur útint. 

 


Zakarias Wang

Lýsing
Seinastu tíðindini
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi