Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sigbjørg Justesen við ommudótturini Sissal í fanginum

Sigbjørg Justesen 45 ára starvsdag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.03.2020 - 15:54 Myndarøð Tíðindi

Starvsfelagarnir heiðraðu Sigbjørg eftir at hon hevur verið í starvi í samfull 45 ár hjá Heilsutrygd

Á Heilsutrygd fagnaðu tey í dag Sigbjørg Justesen, tí hon kundi hátíðarhalda sín 45 ára starvsdag. Hon byrjaði í starvi 1. februar 1975 í Sjúkrakassanum á miðhæddini í sama bygningi, har hon nú heldur til á ovastu hædd. 

Egil á Bø stjóri í Heilsutrygd segði, at hann var einans eitt ár tá Sigbjørg byrjaði í starvi. Hann segði m.a. at landsstýrismaðurin heitti á Sigbjørg um, at standa fyri, tá teir 11 sjúkrakassarnir í Føroyum blivu savnaðir í Heilsutrygd í 2009.

Egil á Bø handaði síðani Sigbjørg Justesen fortjenestemedalje i sølv frá Hennara hátign Drotning Margrethu. 

Sigbjørg er løtt av lyndi og segði at hon var frísk uppá at røkka teimum 50 starvsárunum. Hon segði við Norðlýsið at hon hevur trivist væl í starvinum øll árini. 

Vit vórðu framvið og fingu nakrar myndir. 

Norðlýsið ynskir Sigbjørg hjartaliga til lukku við 45 ára starvsdegnum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…