Lýsing
Lýsing
Motorbáturin “Øger” liggur innanfyri Ekliptiku - sum fórst undir krígnum.

FILMUR: Til Danmarkar eftir kríggið

SKRIVAÐ: JÓN HELMSDAL  |  19.03.2020 - 13:05 Kykmynd

(RED: Vit arbeiða við at eyðmerkja fólkini sum eru við á filminum, og uppdatera filmin hvønn dag. Skriva til jwj@nordlysid.fo um tú kennir onkran.)

Richard Jacobsen

Brot úr bókini “Mín lívsøga til sjós”.
 
Kríggið endaði 8. mai 1945. Og nú var komið til fyrsta juli. Eg meinti tað vera rættast at gera ein túr til Danmarkar, meðan vit bíðaðu eftir tí nýggju skrúvuni úr Onglandi. Tað bleiv ein túrur, ið var heilt øðrvísi enn aðrir túrar, eg hevði gjørt. Bjørgvin var farin avstað eina viku undan okkum; hon var fyrsta føroyska skipið, sum fór til Danmarkar eftir kríggið.


Til Kjøpinhavn við “Viðoy” tann 4. juli 1945:
Skipari                                Richard Jacobsen                                     Klaksvík
bestim.                               Jóhan Klakkstein                                      Klaksvík
motorp.                              Thorvald Hansen                                      Klaksvík
2. motorp.                          Jógvan S. Johannesen                                     -
kokkur                                Erik Olsen                                                       -
-                                         Sigurd Jacobsen                                             -
dekkari                               Petur Joensen (bedingsm.)                            -
-                                         Jógvan Joensen (lærari)           -
      -                                   Vilhelm Poulsen                                       Kollafjørð

Ferðafólk við á ferðini
Vit vóru gott 30 fólk tilsamans, sum fóru við “Viðoy”. Ferðafólkini kann eg ikki minnast øll. Men eg kann nevna nakrar. Eg hevði konuna við, og Petur Joensen hevði eisini sína konu við. Av øðrum vóru pápi, Theodor við Keldu, læknin Stærmose, Als og frú, Karolina Lamhauge, djóralæknin Beck og frú við dóttir, “mejeristurin” Karl Jensen, Hergar Joensen og frú, og fleiri onnur.

Fínasta veður niður
Vit høvdu fínasta veður alla ferðina niður. Lastin var mest blandaðar føroyskar vørur, nógv ull og ein rúgva av posti.
Kósin gekk norðan fyri Shetland. Tá vit nærkaðust landi, var svart í toku. Vit høvdu ekkolodd, so tað var lætt at halda seg í hellingini norður úr Hetlandi, haðani skuldu vit sigla til eina boyu, sum stóð 35 sjómíl vestur úr Lister. Vit skuldu hava boyuna um bakborð. Tað vóru ordrarnir, vit fingu úr Føroyum, áðrenn vit fóru avstað. Tað var gott 200 sjómíl til boyuna; tí gjørdi eg mær stóran ómak at navigera so væl eg kundi fyri at koma so nær henni, sum tað læt seg gera. Tað var ringt sýni, tá vit nærkaðust, har boyan átti at vera. Eg roknaði út, at vit skuldu verið hjá henni um 20 minuttir. Fleiri stillaðu seg á bógvin fyri at verða fyrstir at raka við hana. Tá 20 minuttir vóru farnir, stóð hon eina sjómíl frá okkum um bakborð.
Tað var næstan meira beinrakið, enn eg sjálvur hevði roknað við, tí vit høvdu bert eitt logg og kumpass. Sólina sóu vit ikki fyri toku. Djóralæknin kom upp við einum stórum verðratjógvi at bjóða øllum, sum vóru á bógnum, ein bita, tá vit fóru framvið boyuni.


Ein stór familja
Vit vóru øll sum ein stór familja. Eingin fekk sjóverk, tí veðrið var so gott. Vit fingu nógvan og góðan mat frá kokkunum. Lagið var gott á øllum umborð.
Als hevði filmupptakara, og var hann eisini nógv brúktur. Thorvald, sum var góður til alt, hevði úr at gera at klippa teimum, ið høvdu langt hár. Hann klipti Stærmose, meðan Als tók film av teimum. Karl Jensen segði við meg, at hann føldi seg sum ein skúladrong, ið hevði fingið summarferiu, tí nú var hann ikki noyddur at fara upp at raka sær. Pápi hevði altíð ein flokk av fólki rundan um seg. Hann fortaldi um alt, bæði gaman og álvara.
Øll vóru glað, tí kríggið var av, og vóru eisini spent at koma niður at síggja slekt og vinir aftur.

Nógv fólk á bryggjuni í Kristiansand
Fyrsta plássið, vit skuldu til, eftir boðum úr Føroyum, var Kristiansand í Noreg. Tá vit løgdu at bryggjuni, var ein rúgva av fólki samankomið at síggja hetta skipið við føroyskum flaggi á mastrini. Tað varð nógv tosað um, hvussu tey og eisini vit høvdu havt tað undir krígnum.
Vit vórðu ein góðan tíma í Kristiansand, og har fingu vit boð at sigla til Paternoster í Svøríki eftir øðrum boðum.

Tóku loðs í Paternoster
Tað var ein sunnumorgun, vit komu til Paternoster. Har kom ein loðsur umborð, sum loðsaði okkum suður gjøgnum svenska skergarðin. Hann var fýra tímar umborð, tá skifti ein annar loðsur við hann. Á tann hátt brúktu vit 3 loðsar til Halmstad. Har lógu vit náttina yvir, tí tað var ikki loyvt at sigla um dimmið.
Fleiri svenskarar komu at tosa við okkum. Teir spurdu okkum hvaðani vit komu, og hvørja tjóð vit hoyrdu til, tí teir kendu ikki flaggið. Vit fóru avstað úr Halmstad, tá tað var ljóst við svenskum loðsi umborð til Kjøpinhavn.

Sigla framvið Krónborg
Á veg suðuryvir gjøgnum Oyrasund, kom Stærmose til mín. Hann spurdi, um hann kundi fáa loyvi at heilsa við flagginum, tá vit fóru framvið Krónborg. Stærmose hevði siglt við skúlaskipi sum ungur. Hann kendi væl til, at heilsa við flagginum og hevði eisini fleiri ferðir gjørt tað, tá teir fóru framvið Krónborg.
Tað hevði eg einki ímóti, segði eg við hann. Tá vit komu suður móti Krónborg, fór Stærmose aftur at heilsa við flagginum; men har kom einki svar aftur. Hann bíðaði eina løtu, fyri at teir á landi skuldu hava tíð at svara aftur; men har kom heldur einki svar aftur. Hann royndi triðju ferð; men tað var eisini nyttuleyst.
Eg rokni við, at sjálvt um Stærmose var danskari, var hann tann, sum var mest skuffaður av øllum, sum vóru umborð. Tað sóu vit øll á honum. Eisini tann svenski loðsurin risti við høvdinum.

Nógv fólk kom umborð
Komnir suður móti havnalagnum í Kjøpinhavn, kom loðsur umborð; hann legði skipið inn á Asiatisk Plads; har Tjaldur var vant at liggja.
Tað vardi ikki leingi, eftir at vit vóru innkomnir, at bryggjan var full av fólki. Tað vóru bæði føroyingar og danskarar, sum vóru samankomnir har at frætta tíðindi úr Føroyum. Eingin slapp umborð, fyrrenn tollararnir høvdu fyrst verið umborð. Tá tollararnir vóru farnir í land, kom so nógv fólk umborð, sum skipið tók. Ferðafólkið hevði nógv baks at koma í land av øllum fólkinum, sum var komið umborð.

Lógu ein viku í Kjøpinhavn
Vit lógu í Kjøpinhavn eina góða viku. Alla tíðina, vit vóru har, kom nógv fólk umborð. Tey vildu frætta, hvussu vit høvdu havt tað undir krígnum, og um tað manglaðu vørur og annað. Har hjá teimum var trot av nógvum vørum. Serstakliga tað fyrsta, tey spurdu um, var sigarettir. Sjálvt um tað ikki var neyðsynjarvøra, so vísti tað seg at vera tað mest neyðuga fyri tey. Tær donsku sigarettirnar luktaðu so illa, at tey, sum komu úr Føroyum, og vóru von við tær ensku, kundu ikki koma nær, har tær vóru royktar. Í landi sóu vit nógvar av frælsisstríðsmonnunum við bandi um armin. Nógvir av teimum høvdu revolvara. Tað rætta var at halda seg langt frá teimum, tí eingin visti, hvussu ektaðir teir vóru. Tá vildu allir vera eins, og vóru teir kendir sum mótstøðumenn, kundi tað koma til skotbardaga, søgdu fleiri fyri okkum; men tíbetur sóu vit einki av slíkum.


Fleiri vildu heimaftur við “Viðoy”
Fleiri føroyingar komu umborð at royna eftir plássi fyri at koma heimaftur til Føroya; men tað var avmarkað, hvussu nógv kundu koma við. Vit kundu bert hava sama talið, sum kom niður við okkum. Stina Hansen, sum var trúlovað við Jógvan bróðir, hevði verið niðri undir øllum krígnum; hon átti fyrsta plássið. Tað hevði Jógvan givið okkum boð um, áðrenn vit fóru avstað. Hann vildi hava hana heim at giftast. Árini høvdu verið bæði nógv og long fyri tey at vera so leingi frá hvørjum øðrum.
Mín lívssøga til sjós (127 -130) Richard Jacobsen

____

Stina og Jógvan
Kríggið hevði stóra ávirkan á føroyingar - bæði av góðum og ringum - og ymiskar vóru lagnurnar.
Stina og Jógvan vóru, sum Richard nevnir, trúlovaði nakað áðrenn kríggið, men í 1939 fær Stina møguleikan at fara niður til Danmarkar, at arbeiða eitt stutt tíðarskeið. Hetta helt Stina vera spennandi og gjørdi av at fara avstað og lovaði Jógvani, at tey skulu giftast tá ið hon kom heimaftur.
Hvussu var og ikki, so var hon niðri tá ið týskarnir hersettu Danmark tann 9. apríl 1940, og hevði hon sostatt ongan møguleika at koma heimaftur.
Stina endaði við at verða 6 ár í Danmark. Hóast hetta ikki var lætt, so var hetta uppá nógvar mátar ein spennandi tíð hjá henni - ein stóran part av krígstíðini var hon í húsinum hjá kendu sjónleikarakvinnuni Karen Lykkehus.
Einasta samskiftið ímillum Danmark og Føroya var onkurt hendinga reyðakrossbræv - í tí eina brævinum til mammu sína spyr Stina, “um Jógvan nú framvegis mundi bíða eftir henni?”.
Jógvan sigldi til Bretlands við fiski undir øllum krígnum, og hann hugsaði sjálvsagt nógv um Stinu - eisini legði hann ætlanir, um at fara til Danmarkar eftir henni. Jógvan ætlaði at fara við útróðrarbátinum “Øger”, sum hann metti verða best egnaðan til hesa vandaferð. Onkrir góðir menn fingu tó tosað hann frá hesum og heldur bíða til kríggið var av.
Jógvan setti sær so fyri, at um alt spældi væl av og hann fekk Stinu heimaftur í øllum góðum, so  skuldi tey halda eitt ordans brúdleyp - og soleiðis bleiv - tey blivu gift 22. desember 1945.
Dansistovan í Klaksvík varð karmur um veitsluna og tað vóru yvir 300 fólk í brúdleyp. Nógv hevur verið at hoyrt um hetta brúdleypið og sjálvandi fylti kríggið - og tað at tey høvdu verið so leingi burtur frá hvørjum øðrum - nógv í brúdleypinum
Brot úr brúðarsangum
---
Stina fór, men tíðin longdist,
kríggið mikla skjótt brast á,
Stina bleiv, tí Danmark stongdist,
alt tað skuldi vera svá,
Jógvan kærar sína neyð,
aktast má, tí Hitler beyð.
 
Hoyr nú, halda tit tað ikki,
at eg halda skal avstað
yvir Norðsjógv eftir Stinu.
“Őger”, besti bátur, ja,
Hitler spyrji eg nú ei,
tá ið spyrst um kærleiksleið.
 
Jógvan tordi tó ei halda
yvir hav til slíka gerð,
sjálvt um bar hann sama alda,
sum tá hann til dagverk fer.
Um nú nakað ilt bart á,
nei, nei, bíða heldur tá.
 
Tíð var long, men alt fær enda,
tað at sanna Jógvan fekk,
Harrin mundi Stinu senda
aftur heim, og væl alt gekk.
Jógvan fróður var og nú
halda tey stórt brúdleyp, jú.
(Partur av brúðarsangi - Kalla hevur yrkt)
---
Tó lagnan vildi, at leiðin skiltist
:av vágaloga:
Men hvørgin teirra av leiðum viltist
:Gud má ráða:
Tí eru øll vit í kvøld so glað,
tey saman komu í hjúnarlag,
:væl var sáðað:
(Partur av brúðarsangi - Hjørdis og Hákun Djurhuus hava yrkt)
---
“Men hvat hendi” áðrenn hesa tíð,
Hitler gjørdist óður,
bryggjaði sítt lóður,
“tók alt Danmark” Stinu mitt uppií.
 
“Nú varð verri” typt varð hvørt eitt sund,
royndi seg at ugga
undir eikiskugga.
“Eygað neyvan” fekk ein friðarblund.
 
“Jógvan stríddist” pløgdi sjógv og brot,
ei hann liggur og letar,
førdi fisk til Bretar
“gjøgnum ódnir” vandasjógv og brot.
 
“Jógvan siglur” fram við Bretalond,
hevur hug at snara
og við skipi fara
“beinan vegin” til ta donsku strond.
 
“Men tíverri” Bretin heldur vakt
bæði við flog og minu
forðar honum stinu
“so at hetta” ei var lætt sum sagt.
 
“Stina droymir” bæði tjaldur og ravn,
mangar longsilsløtur
traðkar asfaltsgøtur
“í tí vakra” kongsins Kjøpinhavn.
 
“Tíðin gekk so”, Hitler hann fekk gigt,
hann varð innibyrgdur,
doyði, ikki syrgdur,
“og um gøtur” tendraðist hvør lygt.
 
“Nú varð frøi” bæði um fløtt og fjall.
Stina fór at pakka,
Jógvan fór at snakka
“um at fáa” brúðleypskjøt í hjall.
(Partur av brúðarsangi - ókendur yrkjari)
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyndin er komin!
Lívið er ein lítil løta
Kanska onkur syngur við og onkur murrar
Konsertin við James Blunt er flutt
Ískoyti til kjaki um Svínoynna
Keðiligt at vit ikki kunnu hittast
Paulus, Korona, fjarstøða og páskir – ei…
Fólka­kirkjan fram til 10. mai 2020
Seinasta samdøgrið er eingin staðfestur…
Skúlin verður liðugur áðrenn summarfríti…
Skírishósdagur - andakt
Klakkur á veg yvir til Eystur­grønlands
Korona hevur ávirka okkum nógv
Koronatiltøk­ini í Almanna­verki­num linka…
Ingibjørg tulkar Janus Djurhuus
10. hvør føroyingur er nú kannaður
Eingin persónur staðfestur smittaður sei…
Korona-vegleiðing ávegis
Eiðis kommuna skipar fyri netbingo
Tøk lestrarpláss