Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg fekk eitt bræv frá pápa aftaná at hann lat lív í Nuuk

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.03.2020 - 15:18 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað sigur Einar Venned, ið hevur verið í Nuuk í samband við at eitt minnismerki bleiv avdúkað í samband við at 50 ár eru liðin síðani syrgiliga vanlukkan hendi í grønlendska høvuðsstaðnum, tá spildurnýggi íbúðarblokkurin, Blokkur 5, sprongdist í luftina av einum gasleka í húsinum og 11 arbeiðisfólk lótu lív. Millum aðrar, John Ivar Venned, pápi til Einar Venned.

Eg var bara 6 ára gamalur tá vanlukkan hendi, so tað er avmarkað sum eg minnist frá pápa. Men eg minnist væl at hann hevði eina motorsúkklu, har hann plagdi at koyra við mær ein túr norður í tunellina. Tá í tíðini var trygdin ikki á ovastu rók hjá fólki flest, so eg plagdi at sita á tanganum frammanfyri pápa.

Hevði tað gott hóast alt

Haldi, at kringumstøðurnar hjá mær vóru góðar hóast pápi fylti nógv í hugaheimi mínum eftir at hann hevði latið lív, bert 28 ára gamalur.

Vit búðu við “Ziskatrøbrekkuna” til eg mundi vera um 11 ára gamalur. Eg minnist at eg gekk út og inn hjá Hans Jákup Østerø, sum var tað mítt annað heim, spældi nógv við Absalon Østerø, Jaspur Leivsgarð, Jákup hjá Presti og sjálvandi systkinabørnini hjá mær, tey hjá Ova. Mamma og Óluva kona Ova venned vóru systkinabørn, so tey tóku sær eisini nógv av mær.

Foreldrini hjá vinmonnunum hugsaðu um meg eisini

Eg føli eisini, at foreldrini hjá vinmonnunum hjá mær hugsaðu eisini um meg. Spældi eisini nógv við Hans og Jógvan hjá Páll Josephsen. Um Páll ela onkur av brøðrum hansara gjørdu ein bát ella okkurt tílíkt til Jógvan ella Hans, so bleiv ein eisini gjørdur til mín. Hevði eg trupulleikar við at bøta súkluna ella eitthvørt annað, so tó Ovi sær av tí. Jú eg hevði eitt gott og trygt net kring um meg hóast eg saknaði pápa mín.

Tosaðu tíðum um støðuna

Mamma, haldi eg, dugdi sera væl. Tað var onki við at leggja lok á og onki siga, sum tú ofta hoyrir um slíkar hendingar fyrr. Hon tosaði tíðum við okkum báðar, meg og beiggja mín Finn, sum bert var tvey ár tá vanlukkan hendi.

kensluborið hátíðarhald

Tað var kensluborið fyri meg at koma til minningarhaldið. Eg og unnusta mín Irene, eru nú glað fyri at vit hava verið.

Har møttu nakrir menn, ið høvdu verið við til at arbeitt í bygninginum “Blok 5”, har pápi eisini arbeiddi. Vit vóru møtt klokkan hálvgun 12. Minnissteinurin bleiv avdúkaður áðrenn klokkan 12 og klokkan 12.02, tá spreingingin hendi fyri 50 árum síðani, var tøgn í eitt minutt.

Ein eldsál

Erla Vinther, sum hevur verið eldsálin, ið fyrireikaði alla minnishátíðina helt eina røðu.

Ása Vitales úr Klaksvík, sum tá var gift við John Thomsen úr Keypmannahavn, skuldi við familju møta upp í Nuuk. Men orsakað av coronasmittuni bleiv teirra túrur avlýstur í síðstu løtu. Men Ása hevði skrivað eina talu, sum Súsanna Mortensen las upp. Erla las upp nøvnini, sum standa á minnissteininum. Ole Zeeb, ið hevur hjálpt Erlu Vinther sera nógv, sendið live frá hátíðarhaldinum. Mamma Erlu segði eisini nøkur orð og prestur helt eina stutta røðu.

Styttu um túrin

Aftaná fóru vit oman á Sjómansheimið, har vit fingu kaffi og kakur. Tað var sera kalt í Nuuk leygardagin -13 kuldastig og hartil fitt av vindi.

Eitt sindur harmiligt var, at nógv var avlýst orsakað av vandanum fyri coronasmittuni, so eg haldi at vit mundu vera eini 30, 40 fólk til hátíðarhaldið.

Ætlanin hjá okkum var at steðga longri, men orsakað av coronatíðini eru vit á veg heim aftur í dag (mánadagin 16.), segði Einar Venned við Norðlýsið í telefonini úr Nuuk, mánadagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni