Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsýnið av Akabergi í ein landsynning. Klárt og gott hátrýstveður í dag. Í morgin eitt sindur meiri vindur úr somu ætt. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Aftur gott veður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.03.2020 - 09:07 Tíðindi Veðrið

Veðrið er gott í morgun. Sami hátrýstryggur sum í gjár. Tað rekur eystureftir, og tí er tað bara í dag afturat, at tað fer at mynda veðrið her í Føroyum.

Eitt lágtrýst fer næstu dagarnar at trýsta seg ímóti Føroyum vestaneftir. Tað ger, at vindurin fer at veksa frá seint í kvøld og allan morgin. Í annaðkvøld eru 15 til 20 m/s.

Men tað er dagurin í dag, tað skal snúgva seg um.

Ættin snaraði úr landnyrðingi-norði tíðliga í morgun niður í landsynning-sunnan. Nú er tað nakað væl lýggjari luft, sum rekur hendavegin. Broytingin merkist tó ikki serliga væl enn, tí fjøllini eru kavaklødd – og tað kølir heilt fitt.

Í Mykinesi vóru í morgun klokkan 2,3°C; í gjáramorgun klokkan 8 var 1°C. Munurin er bert eitt stig. Men munurin fer at veksa, tí hann fer at liggja lágt næstu dagarnar.

Ættin fer allan dag at vera landsynningur-sunnan. Vindferðin er lítil í morgun – einar 3-5 m/s í miðal fyri alt landið. Seint seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur. Um nátturðatíð er vindferðin komin upp í 5 til 10 m/s; á midnátt 8 til 13 m/s.

Hitin fer at liggja um 3 til 5 stig. Turt allan dag.

Í nátt og fyrrapartin í morgin fer vindurin at vera tann sami sum í kvøld. Seinnapartin fer at veksa.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund
Vinnumenning í Norð­oyggjum á breddanum
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Skúlin á Trøðni 50 ár: Ein varði í føroy…
Javnstøða skal vísast ikki lýsast