Lýsing
Lýsing
Lýsing
Publikum situr heima og fylgir við á nordlysid.fo | Mynd: Spaniastova

Í kvøld savnast vit í tryggari frástøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.03.2020 - 15:18 Mentan Tíðindi Vinna

Kl. 19 í kvøld skipa Spaniastova og Norðlýsið fyri savnandi, upplýsandi og undirhaldandi tiltaki, sum verður stroymt á Norðlýsinum

Endamálið er at savna okkum norðoyingar í hesari serligu tíð. Vit hava jú øll í nógvar dagar meira og minni verið tvungin at vera heima. Samstundis eru øll tiltøk í býnum útsett ella avlýst, ímeðan bensinið skal rindast uttanfyri bensinstøðina. Enntá dystirnir við Djúpumýru eru avlýstir.

At tað verður frárátt, at vit savnast fleiri enn 10 fólk, skal tó ikki hava við sær, at vit ikki skulu hava nakað at savnast um. Tí kemur sera væl við, at til ber at stroyma tiltakið, sum ein smittu-forandi ætlan er løgd fyri, so tað millum annað ongantíð savnast fleiri enn 7 fólk í sama rúmi.

 

Skráin verður fjølbroytt, men Korona-smittan er reyði tráðurin.

Tosað verður millum annað við nøkur av teimum, sum stríðast fyri, at okkara veikastu ikki gerast sjúk, og Jan Petersen, stjóri í CiG og formaður í Norðoya Vinnulívsráð, kemur at greiða frá, hvørjar tankar vinnulívið í økinum hevur gjørt um hesa serligu avbjóðing.

Afturat hesum verður ein samrøða við fyrsta norðoyingin, sum varð testað positiv við korona. Hon er nú púra frísk og er loyst úr sínum sóttarhaldi.

Men lívið er bæði álvari og gaman, og tí verður eisini eitt fjølbroytt úrval av lokalum tónleiki og undirhaldi. Millum annað spælir Rani Nolsøe víðari frá konsertini, sum fekk ein so brádliga steðg. Danny og Jógvan Andrias koma eisini á gátt, og Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til Korona-festival.

Tiltakið byrjar klokkan 19, og fyrsta løtan er serliga ætlað børnunum, tá Bubu og Hanus-prestur umrøða korona í barnahædd, ímeðan restin av kvøldinum meira er rættað til vaksin.

Norðlýsið leggur leinkju á heimasíðuna, tá tiltakið byrjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…