Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú skal Skúvadalshúsið hjá SNP gerast liðugt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.03.2020 - 16:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað sigur Árni Skaale, ið hevur verið undangongumaður fyri øllum eldsálunum, ið hava lagt arbeiðistíð har eysturi og sum hava stuðlað tiltakinum á annan hátt.

Í góðveðrinum í gjár, gingu eg og Árni Elttør ein túr eystur. Vit høvdu eittans mál við túrinum, tað var at koyra aksilfeitt á møtrikkarnar, ið hoyra til festið á flaggsteingini. Tað fingu vit gjørt væl og virðiliga.

Gongutúrurin var sum vera man góður. Vit sóu nógvar harur, nøkur fá tjøldur, ið helst vóru í ferð við at reiðrast. Sum sæst á myndunum niðanfyri, so var sýnið gott. Hyggur tú væl eftir, so sæst Skálhøvdi, Lítladímum og Suðuroyggin. Sjálvt Beinisvørð er við og sæst stinga upp úr Suðuroynni.

Tað vóru ikki bara vit báðir ið høvdu valt Skúvadal sum mál hendan dagin. Petur Kristian Johannesen við familju yvirhálaðu okkum á ferðini eystur, eisini komu teir báðir Ólavur Wolles og Leif Danielsen eystur.

Fyri tveimum trimum árum síðani blivu nýmótans rottufellur settar upp við húsið. Men sjálvt um eg alla tíðina síðani havi hugt í tær, so hava tær ongantíð skotið nakra rottu. Tað undrar, tí í gamla húsinum vóru sera stórur trupulleikar av rottu, løgið at als ongin skal vera har nú.

Um hvat er eftir at gera við húsið, sigur Árni Skaale, at plankagólvið á niðaru hæddini skal sápast at standa ímóti skitti. Ein hurð skal gerðast ímillum gongina og stóra rúmið. Gøtan niðan á tyrlupallin skal eftirhyggjast og Sniðið, t.e lítli hamarin, sum er við endan á Breiðhjallanum beint áðrenn gongufólk koma inn í Skúvadal í neðra. Her er eitt stutt petti, ið er eitt sindur strævið at ganga. Ætlanin er at gera nøkur trin, ella ein hondlista at halda í. Loyvi er fingið til hetta frá bóndanum.

Annars eru bara smáir snøklar, so sum at rudda uttanfyri og annað.

Hetta arbeiðið ætlar “skiparin” at vit skulu byrja uppá um mánaðarskiftið mei, juni. So til tey, ið hava etið í meira lagið í vetur, er at siga at nú er tíð upp á at fara út at venja.

Eftir er bara at siga, at húsið hevur ongan skaða fingið í nógva storminum í vetur, alt sum liggur uttanfyri hevur verið nóg væl tryggja, tí onki var fokið runt í haganum og haraftur stendur takið, sum fyri nógvum árum síðani bleiv gjørt til at goyma olju bensin og annað undir, stendur líka væl enn. Jú har var alt sum tað skuldi.

Vit báðir fingu ein fínan túr. Eg fekk trýstroynt hjartað hjá mær og tað gekk super.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn