Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan myndin vísir væl, hvussu veðrið er allan dag. Nakað av vindi og ælaveður. Tað fer at minka seint í kvøld ella í nátt. Í morgin er nógv minni vindur úr somu ætt. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Eitt sindur av vindi í dag og ælaveður

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.03.2020 - 10:30 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið heilt fitt av vindi í nátt. Eisini gjárakvøldið.

Tað byrjaði eitt sindur fyrr, enn veðurstøðir høvdu væntað.

Men nú í morgun er vindurin minkaður nakað. Miðalferðin er 15 til 20 m/s úr útsynningi fyri alt landið. Men gevið gætur, at vindferðin er ójøvn kring landið. Tað er hon altíð.

Vestan fyri Føroyar er tann mesti vindurin; eitt sindur inni eystanfyri.


Støðirnar hjá Vørn í Mykinesi og Akrabergi siga frá 18 m/s. Í Fugloy er væl minni, bert 8 m/s.

Soleiðis sum veðrið er í løtuni (klokkan í skrivandi løtu er 10.30), soleiðis fer tað at vera allan dag, líka til seint í kvøld. Tá fer at minka eitt sindur, og tað stytri ímillum ælini.


Also, hvassur vindur av útsynningi, 15 til 20 m/s, og ælaveður. Hitin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…