Lýsing
Lýsing
Jóannes Eidesgaard hevur lagt stórt trýst á partamannin Aksel V. Johannesen og alla leiðsluna í Javnaðarflokkinum við sínum útsøgnum | Mynd: nordlysid.fo

ALS verður ikki tømt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2020 - 13:31 Leiðarin Politikkur Vinna

Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum, er frammi við peikifingrinum og spyr, um ALS ongan góðan hevur og stúrir fyri at kassin verður tómur. Men við at hyggja í júst samtyktu kreppulógina sæst, at har onki er at stúra fyri. Tvørturímóti er kreppulógin eitt bragd, har øll hava verið við – samgonga, andstøða og ALS-stýrið. Og trygd er fyri, at kassin ikki verður tømdur.

At gamlir politikarar, ið ikki hava samband við veruleikan, finnast at, vísir bara at samarbeiðið í Løgtinginum er nógv betri nú, enn tað var, tá ið einstakir politikarar ella flokkar tóku sær æruna av ALS. Nú tað endiliga bar til at fáa eina breiða semju, hartar fyrrverandi løgmaður bæði eftirmann sín, Tjóðveldi og fakfeløgini fyri ikki at halda rimmarfast í sundurbýtinum millum “okkum” og “tykkum”, heldur enn at standa saman í hesi krepputíð. Hví?

Landsstýrið hevur saman við umsitingini snikkað eina kreppulóg saman. Hetta er gjørt saman við stýrinum í ALS, og tað váttaði formaðurin í stýrinum, Eyðfinnur Jacobsen, eisini í Degi og viku fríggjakvøldið. Andstøðan varð eisini við í hesum arbeiðinum. Øll skiltu at støðan er álvarslig fyri løntakarar og arbeiðsgevarar, og tí tóku øll eitt lógvatak um hesa skipanina.

Í lógini er ein sonevnd “sólsetursáseting”, ið positivt nevnir, at hon bert er galdandi til 30. juni 2020. Tað merkir, at hon automatiskt fer úr gildi tá. Skuldi gjaldið verið tað, sum tað í versta føri verður spátt, umleið 100 milliónir um mánaðin, so lenda vit í ringasta føri á 350-400 milliónum – ið er upphæddin, sum Jóannes Eidesgaard sjálvur sigur seg vera til reiðar at góðtaka at lata úr ALS.

Sostatt er onki at stúra fyri. Løgtingið veit, at um støðan ikki batnar, so er neyðugt at koma við fleiri hjálparpakkum.

Vit hava ein góða ALS-skipan, ið er gjørd fyri at lofta teimum, sum verða koyrd heim. Hartil er lógin broytt soleiðis, at í eitt tíðaravmarkað skeið kann arbeiðsgevarin koyra fólk heilt ella lutvíst til hús, nú minni er at gera. Har er nóg mikið av peningi í ALS til, at sum eitt fyribils kreppuátak fram til ultimo juni kann peningurin brúkast sum ein neyðloysn. Og tað má altso vera í lagi at brúka neyðloysnir, tá neyðstøður eru.

Støðan er sera álvarslig. Í matstovu- og hotellbransjuni eru hundraðtals fólk send til hús og onnur sett niður í tíð og harvið eisini inntøku. Atlantsflog mátti gera tað sama, bensinstøðir og peningastovnar hava nógv skerda avgreiðslu og vit kundu hildið á leingi. Hesi fólkini missa nógva inntøku, og høvdu í frammanundan galdandi skipanini onki fingið úr ALS, um tey ikki vóru uppsøgd. Tað fáa tey nú. Er tað ikki gott?

Jóannes Eidesgaard eftirlýsir eisini, at landið sjálvt skuldi tikið ábyrgd, men tað ger tað longu. Tað, sum varð samtykt var ein samlaður pakki, og tað tykist verða gloymt í øllum hesum, at landið loftar teimum, ið eru koyrd í sóttarhald, og sum eru sjúk, við dagpeningaskipanini. Samstundis rindar tað almenna lønir til tey alment settu, sum eru send heim, sett í sóttarhald ella eru vorðin sjúk. Og Norðlýsið skilir eisini á politikarum, at Løgtingið fer at seta onnur kreppuátøk í verk seinni, skuldi tað víst seg, at farsóttin ikki var hæsað av síðst í juni.

Ein kann spyrja hvat ALS er til, um ikki til at lofta teimum arbeiðsleysu. Er tað politiskt bringuprýði?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…