Lýsing
Lýsing

Landsstýri við koronatiltøkum, men løntakararnir gjalda

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  24.03.2020 - 12:53 Lesarabrøv Politikkur

Hóast reypið var og er óført; um at almennu kassarnir standa til at bresta av pengum, vóru almennu politisku myndugleikarnir snildari enn arbeiðsmarknaðurin og lønmóttakarar landsins. Teir fóru lúkst niður í lumman hjá lønmóttakarum, og kravdu tey at gjalda, fyri síðani at taka sær heiðurin av “gávuni”; sum ein annar umvendur Robin Hood.

Tá ið stýrisformaðurin í ALS var spurdur hvørja støðu hann hevði til at landsstýrið hevði strongt á partarnir á arbeiðsmarknaðinum um at ganga við til at víðkað um heimildirnar hjá ALS um at ALS nú skuldi gjalda fyri hóttafalli í samb. við COVIÐ-19 segði hann, at hóast hann hevði sína egnu meining um máli, so ynskti hann ikki at bera hana fram á torg.

 

Tað er kortini skilligt at formaðurin ikki yngsti at úttala seg. Hann er 7. limir í stýrinum og valdur av landsstýrinum sum formaður, og hevði hann sína egnum meining, so er var hann helst heldur ikki leingi formaður í stýrinum eftir tað.

 

Hann og partarnir á arbeiðsmarknaðinum í stýrinum fyri ALS boygdi seg treytaleyst fyri ynskinum hjá landsstýrinum, tá tað yngsti at fara niður í kassan hjá ALS, at fíggja COVIÐ-19 tiltøkini, sum landsstýri hevði givið boð um.

 

Eftir mínum tykki var tað skilaleyst, soleiðis at taka grundarlagið undan ALS, sum er ætlaður heilt øðrum endamáli, meðan landskassin er væl polstraður sambært teimum sjálvum

 

Heldur átti landsstýri at bjóða ALS t.d. 100 mió. kr., og biði tey um at umsiti skipanina fyri landsstýri.

 

Nú SKAL arbeiðsmarknaðurin og løntakararnir, umframt at hjálpa politiska myndugleikanum, gjalda alt gildið sjálvi, eisini til at gjalda eitt møguliga størri ALS gjald tá tørvur aftur verður á tí. Her ruggar ikki alt rætt.

 

Hetta er støðan. Einki annað er fráboða higartil.

 

Lasse Klein

Lýsing
Seinastu tíðindini
Allan Mørkøre skal menna hoyvíkingar kom…
B36 knógvaði sigurin heim í kvøld
KÍ vann stigini í Sarpugerði
Sálarlig heilsa skal uppraðfestast
Team Klaksvík fær vitjan av Neistanum hó…
Heimsins fyrsta marknaðarførings­skipan t…
Leirkerið við nýggjari bók – „Styrki í s…
Minningarhald teirra sjólátnu í Svínoy
Heyst á Áarstovu
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Amerikanski admiralu­rin Robert Burke á v…
Morgunsangur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Minningarhald teirra sjólátnu
Havnarlagið dagførast
Skráin fyri allahalgannahaldið á Syðrada…
Endurnýta mold og skilja grót
Botnleysa holið í Marknagili
Løgtingið fingið nýggja heimasíðu
Bryggjan við Grótrætt avhendað
”Nice to have – need to have” - 1% yvir…