Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koronakonsert kunngera fleiri nøvn

SKRIVAÐ: Sms.fo  |  25.03.2020 - 15:24 Tíðindi

Um vikuskiftið vórðu fyrstu Koronakonsertirnar stroymdar beinleiðis av Torginum í SMS. Kim Hansen er vertur og fær ymiskar tónleikarar á gátt.

Saman spæla teir so tónleik og fáa eitt stutt prát og skemta sær. Fyrstu tónleikararnir, sum vóru gestir á Koronakonsertunum, eru Hans Petur í Brekkunum, Jensi Marni Hansen og Joan Jakku og Sámal úr Vágaverk.

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at konsertirnar hava verið sera væl móttiknar, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS. - Útivið 25.000 hava hetta vikuskiftið sitið á konsert heima í stovuni, og tað eru bæði føroyingar her heima og úti í heimi, ið hava fylgt við.

Koronakonsertirnar halda fram komandi vikuskiftið, og eru nøvnini júst kunngjørd. Signar í Homrum framførir hóskvøldið, Lena og Niklas fríggjakvøldið, Eyðun og Terji leygarkvøldið og Páll og Finnur sunnukvøldið, og tað byrjar kl. 21 øll kvøldini.

- Hetta eru alt nøvn, sum hava myndað føroyska tónleikalívið nógvu árini, og sum føroyingar veruliga hava tikið til sín, so vit vænta, at føroyingar eisini fara at taka væl ímóti Koronakonsertunum hetta vikuskiftið, sigur Regin.

Meðan konsertirnar eru, er gjørligt at skriva viðmerkingar á Facebook, og har ber til at síggja fleiri heilsanir frá føroyingum úti í heimi. sum bæði stytta um stundirnar, nú fólk mugu vera heima, og sum gera, at tað ber til at hava tónleikalívið í Føroyum koyrandi.

- Vit eru sera takksom fyri, at konsertirnar hava verið so væl móttiknar, og at SMS við hesum kann stuðla tónleikalívinum í Føroyum, sum í løtuni er ávirkað av koronasmittuni, við tað at konsertir og konsertferðir eru avlýstar , sigur Regin.

Til ber at síggja Koronakonsertirnar á koronakonsert.fo og á Facebooksíðuni Koronakonsert.

 

Koronakonsert skrá:
Hóskvøldið 26. mars: Signar í Homrum
Fríggjakvøldið 27. mars: Lena og Niklas
Leygarkvøldið 28. mars: Eyðun og Terji
Sunnukvøldið 29. mars: Páll og Finnur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…