Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskaríið er brúkiligt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.03.2020 - 09:31 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Agnar Joensen í morgun, sum er skipari á Grønanes. Grønanes trolar eftir upsa á Fugloyarbankanum í løtuni.

Vit hava verið eitt sindur ódrúgvir í seinastuni, tí vit høvdu trupulleikar av róðrinum. Hetta gjørdi at tað fyrst gekk ein tíð áðrenn vit sluppu upp á beding og harafturat ein vika uppi, so tað hevur tikið nakað av tíð hjá okkum.

Týsdagin fóru vit út aftur og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur síðani. Vit hava fingið einar 70-80 kassar av upsa, nakað av toski eitt sløð av  longu og onkra havtasku í hálið. ella eini 7-8000 pund.

Veðrið hevur verið gott síðani vit komu út aftur. Annars plagar upsafiskiskapurin at minka nakað hesa tíðina, men tað er ymiskt hvussu fiskagongdin er tey ymsu árini, so tað er ikki til at vita. Men sum er er fiskiskapurin brúkiligur.

Annars hevur hesin fyrsti parturin av árinum havt nógv hart veður við sær, sum tey flestu munnu vita, men sum sagt, í dag hava vit gott veður her eystanfyri.

Eg rokni við, at vit koma inn at landa seinnapartin í komandi viku, sigu Agnar Joensen, skipari á Grønanesi at enda

Lýsing
Seinastu tíðindini
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…