Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóanes Nielsen og helvitisóttin í kristniboðanini - en røst fra graven

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  15.04.2020 - 18:45 Lesarabrøv Tíðindi

Ávíst forvitni spøkti, tá ummæli av bókini Svik kom í ljósmála í miðlunum um dagarnar.

Kortini var skjótt staðfest, at sokallaða ummælið bert var undanførsla fyri at gera burturav sær politisk herindini og oysa kliche’ir úr søgunnar sosialistiska øskudunga.

 

Meðan fólk flest í stillu viku ynsktu hvør øðrum góða hátíð, spulaði samfelagsrevsarin meirilutan av føroyingum undir í ideologiskum skarni.

 

Hevði Jóanes Nielsen (JN) ikki verið priviligeraður og áravís móttakari av skattfíggjaðari vælvild (meginpartin úr DK), kundi ein hildið, at hann var farin at halda páskir í fyrra lagið, so illur hann var inn á øll og alt.

 

Ikki ósmæðið fer revsarin eisini í offurrolluna, tá hann gremur seg um ótangar, ið hava dukað á dyrnar hjá honum á nátt, steinað vindeyguni og annars hóttu hann eftir lívinum?

Hetta átti kortini heldur at givið honum positiv hugsjónarlig herindi – at bróta seg inn á fólk á náttartíð og uttan rættarsókn burturbeina ósek, vóru júst mannagongdirnar í teirri samfelagsskipan, sum rithøvundurin síðani tannaáringaldur hevur dyrkað, hámett og prædika fyri.

 

Revsarans eygu

Í  sokallaða “ummælinum” er størsta øðin vend móti “pengasterka høgraveinginum, helvt av Brøðrasamkomuni við rótum í Klaksvík (JN)”, umframt Fólka-, Sambands- og Miðflokkinum og so fjøld av persónum, ið hava stolið og skikkað sær illa í revsarans eygum.

 

Niðringin av andslívinum minnir ikki sørt um viðtaluna hjá politiskt samseku partakvinnuni hjá JN, sum í danskari ávís í 2018, hevði hetta skotsmálið: “Tey royna at goyma seg aftanfyri eina bíbilska agenda, men í veruleikanum eru tey xenofobar, homofobar, rasistar, og hvat veit eg. Tey halda Bíbliuna frammanfyri seg og geva henni skyldina fyri teirra ótolsemi. Og tað er sjálvandi sera hent at kunna brúka Bíbliuna soleiðis…..”?

 

At vera hard-core sosialistur er avgjørda alternativið hjá revsaranum til borgarliga medvitið, sum sambært honum hevur støði í mentarligum og átrúnaðarligum forfalli, sum fremur korrupta samfelagið og niðrandi kynsbýti  – og sum orsakar dølskni og blokerar rættvísu proletarisku kollveltingina.

 

At revsarin nú kemur undan vaðingini við sama førningi sum fyri mansaldri síðani, tá hetjurnar vóru Marx, Lenin, Mao, Che, Castro, Enver Hoxha, Ceausescu, Honecker og Pol Pot (allir hópdrápsmenn) og fíggindin var kapitalisman, kristindómurin og øll borgarlig virði, er ikki sørt skammleyst.

Sokallaða sosialistiska postmodernisman er vorðin nýggja religiónin hjá alt fleiri. Meginreglan er hin sama – alt tað siðbundna er rotið og skal fyri bakka.

 

Hesi, sum eru forsprákarar fyri moralskari relativismu, har standardurin er, at moralur ikki byggir á tað ósvitandi, men ístaðin á politiskar ”sannleikar” og marxistiska trúðarlæru.  

 

Reiðararnir og Lamhauge

JN ger eisini burturav sær við at hámeta William Heinesen. Víst var Heinesen virðismettur rithøvundur og góður orðasmiður - á donskum. Men sum nevndarlimur í Reiðarafelagnum gjørdi hann ikki stóru nyttuna. 

Við sínum sosialistiska hugagóðsi og bergtikni av proletariska diktaturinum, var tað neyvan heldur undranarsamt. 

So var størri samfelagsgagn í Kjølbro gamla og nú Hanusi Hansen, ið hevur ábyrgd av JFK-samtakinum, Føroya størsta fiskavirki, 9 fiskiskipum, 500 starvsfólkum á sjógvi og landi og 7-800 mió. kr í útflutningsvirði ár um ár.

 

Í síni trongd at stuðla undir sítt trábeitni móti fólkaræðinum, hevur JN fingið íblástur og enntá havt andvekur av bókini hjá Lamhauge, Svik. Hon er ein múrsteinur yvir 400 síður, ið krevur treysti, vreiði og øvund at lesa. 

Men nógv fólk skulu sveitta, so poetar og profetar kunnu liva av at ganga við hondum handan bak og filosofera um, hví øll skilafólk ræðast jørðildið hjá revsaranum – sosialismuna?

 

Kanska fyri at kveikja undir søluna av bókini er tað, at revsarin roynir at hjálpa Lamhauge at geva henni umtalu á páskum sum bestu tulking av støðuni, síðan TF keypti Eik Banka frá Financiel Stabilitet. 

Løgið, at JN nýtir heitið Financiel Stabilitet, sum kammeratarnir hjá honum í Tjóðveldi gera alt fyri at dylja, fyri ikki at avdúka, at danir aftur bjargaðu føroyska bankakervinum, hesaferð við 3 mia kr.

 

Ideologiskt er Lamhauge skorin úr sama lagdi sum JN. Meinfýsni til alt og øll, ið við arbeiði, framleiðslu og skatti á landi og sjógvi, halda Føroyum uppi.

 

Stóru skálkarnir í “ummælinum” eru Schwarts, fyrr stjóri í Betri, og so eisini skilamaðurin Eyðun Mørkøri, stjóri á Skatt. Men 90 mió skattamálið liggur deytt í donsku rættarskipani, tí Betri og Taks hava sagt kravið um hesa upphædd frá sær. 

Tískil verjir revsarin bókina Svik sum umbering fyri at geva borgarligum føroyingum skortfleingjuna í stillu viku. 

 

KvF eisini koyrilin

JN harmast, at Midjord segði upp sum stjóri í KvF. Dia var helst ov fittur at leiða hatta hurpalið, ið áhaldandi í tíðinda- og framhaldssendingum varpaði niðrandi sendingar um vinnufólk og politikkin undir borgarligu samgonguni. 

 

Johnny í Grótinum kom ístaðin og sekkjaði tíðindaleiðaran. Og tað heldur revsarin vera í samsvari við bíbliufatan føroyinga av kvinnum?

 

JN burdi vitað, at eingin søgulig rørsla hevur vunnið kvinnum størri virðing og javnstøðu enn kristnin. 

Hvussu nógvar kvinnur sluppu í Ovastu Sovjet, í leiðsluna hjá CCCP í Beijing og í brotsliðunum, ið stýra Venezuela, Zimbabwe, Kuba og Norðurkorea? 

 

Demokratisk, men ikki kommunistisk lond, javnseta kvinnurnar í leiðandi størvum. Men so mugu tær, sum tíðindaleiðarin, finna seg í at fáa sekkin, júst sum menn fáa.

 

At Lamhauge goymdi seg handan skjúrtfaldin hjá tíðindaleiðaranum og rýmdi við henni, skuldi ikki verið endin hjá tí sjálvsyvirmetta 4. statsvaldinum. 

Men tá linkaði so útspillingin av vinnulívsmonnum og borgarligum politikarum nakað.

 

KvF hevur ongantíð avspeglað samansetingina av føroysku veljarafjøldini, ið øll rinda fyri stovnin. Men kommunistar sum JN hava aldri virt fólkastýri og meirilutafatanina. 

Teirra fatan er floksstýrd tíðindaorgan, har eingin munur er á sannleika og ósannindum. Har eru produserað fakenews sannleikin.

 

Nýggja samgongan

Løgtingsvalið farna var ikki “høgrakvett fyri opnari mikrofon (JN)”. Tað var harafturímóti reint demokrati, sum revsarin sjálvsagt ikki virðir. 

JN kann takka Javnaði, Tjóðveldi, Framsókn og teirra ekkórúmi í Sortudíki fyri, at sosialistiska samgongan misti 2.200 atkvøður og fall fyri at royna at stjala ogn “Føroya fólks” frá fiskimonnum og føroyingum.

 

Fólkaflokkurin bleiv størsti flokkur – fekk 50% av atkvøðunum í Norðoyum, tí kirkjufólk, heimamissión, brøðrasamkoma, fiski- og vinnulívsmenn, reiðarar, verkafólk og øll hini góvu sosialitisku gonguni fótin og gjørdu sitandi samgongu sjálvsagda.

 

Men hetta skilir revsarin eyðvitað ikki, sum framvegis gøllheldur um proletariska diktaturið, sum í Kina hevur kostaði 55 mió. mannalív, í Sovjet 30 mió. (umframt krígsoffur), í Týsklandi (national) sosialisma 10 mió. (umframt 30 mió av krígsávum), í Kambodia 3 mió osfr. 

 

JN má hava vanskeplað politiskt lyndi at halda, at tey 40 londini, sum síðan 1917 hava roynt øll sløg av sosialismu, ikki eru nóg gott prógv fyri, at ‘humanisman’, ið revsarin eftirlýsir í páskavikuni, ikki er annað enn marxisma “lite”.

 

Eisini harmast JN um, at parlamentarisman ger “vápnaðan uppreistur óneyðugan (JN)” og at “helvitisóttin hjá kristniboðanini hevur tært intellektuellu immunverjuna (JN)”. 

Ófatulig niðurstøða. 

 

Nei, føroyingar “skýggja vápnaða uppreisturin (JN)” hjá revsaranum. 

Fólkaræðið og rættartrygdin tryggjar JN talufrælsið, heiðra enntá við áhaldandi sømdargávum. Í sosialistiskum londum hvørva allir andstøðingar og wistleblowers, júst sum læknarnir í Wuhan.

 

Nýggja manifestið

Tíbetur hava nógv í Klaksvík “sogið ópasturiseraða mjólk úr betesdajúgrinum (JN)”.

Munur er á føroyingum, ið eru við til at halda Føroyum uppi og lókum, ið halda seg hava sjálvsagdan rætt at stýra øllum Føroyum og føroyingum.

 

Munur er á andligu føðini, ið klaksvíkingar og føroyingar annars hava drukkið úr Lívsins Kelduvað í kirkjum, missión og trúarsamkomum, og so tí lunkaða løgi, revsarin og javnlíkar leskaðu sær við í Skrivarastovu og á asfaltinum í Keypmannahavn. 

 

Nú hevur Lamhauge skrivað eitt nýtt Kommunistiskt Manifest ella Das Kapital, sum fá uttan fólk sum revsarin tíma ella orka at lesa. Tað fekk Jan burturúr, at hann slepti mikrofon og myndatól til útspilling.

 

JN er ein politiskur fornlutur – en røst fra graven, heiðurslimur í P/f Interrós, ið føroysk verkafólk og fiskimenn ikki trúgva á. 

Men tey rinda tollynt skatt ár um ár, so revsarin beheldur starvslønina.

 

Vóni annars, at eisini Jóanes og hansara apologetar høvdu einar góðar og friðsælar páskir í okkara fevnandi og tolna fólkaræði.

 

 

Bjarni Djurholm

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík