Lýsing
Lýsing
Lýsing

So avdúkandi, Bjarni Djurholm!

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  20.04.2020 - 06:23 Lesarabrøv Politikkur

Herfyri ummælti Jóanis Nielsen, rithøvundur,  bókina “SVIK”, sum Jan Lamhauge hevur skrivað.

Prippin gjørdi Bjarni Djurholm viðmerkingar  til hetta ummælið, og mælt verður øllum føroyingum til at lesa hesar viðmerkingar.

At maðurin, sum hevur skrivað hesar viðmerkingar, hevur sitið á løgtingi – sum varamaður ella valdur løgtingsmaður - at kalla uttan slit frá 1987 til 2015 og í hesum tíðarskeiði  verið landsstýrismaður í átta ár, sigur ikki so lítið um flokkin, hann hevur umboðað.

Fullar av hatri, illsinni og trábeitni eru hesar viðmerkingar.

Og tað rímar væl saman við, at sami maður eitt skifti var formaður í ungdómsdeild floksins tey árini, “Dagblaðið” leikaði í sum harðast - serliga árini millum 1976 og 1990.

Alt hetta gor og gall er til skjals á heimasíðuni tidarrit.fo.

- Bókin “SVIK” er væl skrivað, og hon er skelkandi at lesa.

Tað, ið ført verður fram, tykist væl undirbygt.

Hvørt allar útgreiningar og niðurstøður eru rættar út í æsir, hevur undirritaði ikki førleika at siga, men eitt stendur rimmarfast: Bæði tá ið hugsað verður um sonevnda skattamálið, viðurskifti millum TAKS og BETRI-samtakið, og um innanhýsisviðurskifti í Kringvarpinum, verða nøvn og gerðir nevnd, sum tú hevði roknað við, at umrøddu persónar vildu reinsast fyri.

Mær vitandi er eingin farin lógarinnar veg at vísa aftur tí, sum í bókini stendur.

Og tá mugu vit spyrja:

Er føroyska samfelagið so kavfúgvandi rotið, sum bókin “SVIK” greiðir okkum frá?

Og so at enda – og hetta hevur einki við Djurholm at gera.

21. september 2017 meldaði TAKS eftir tilmæli frá Bárði Larsen, løgfrøðingi, Betri Banka til fútan fyri illgruna um brot á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik í sambandi við sonevnda Skattamálið. Tveir mánaðir seinni kunngjørdi løgreglan í Føroyum, at áheitan var send til Bakmanspolitiið um at vera við í kanningunum. Síðan hevur verið tøgn – í úti við 1000 dagar.

Og 4. statsvaldið er tigandi – steintigandi!

Hvat ger hetta við álitið á rættartrygdina í landi okkara?

Árni Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…