Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðsavnið á rannsóknarferð Uppi á Grundum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  06.05.2020 - 17:17 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Tjóðsavnið hevur framkomna tøkni at kanna og skráseta fornminni við. M.a. brúka teir dronu at flúgva eitt øki við, har teir kunnu skráseta tað, sum sæst í lendinum. Eisini kunnu teir gera 3D-kort, sum neyvari greiðir teimum frá tí, ið sæst í lendinum.

Søgan Uppi á Grundum er kend og eru heitini á húsinum kend, eins og tey síggjast væl í lendinum. Við flúgvingini ber til at gera vanlig kort, sum siga stødd og staðseting av húsunum.

 

Teir høvdu eisini GIS-skipna við, har tú kanst uppmáta, koordinatseta og eyðmerkja støð, húsahorn og hæddir. Hetta kann so eisini samansetast við dronuflúgvingunum.

 

Eisini gjørdu teir ein boriprøva við einum um 1 m longum bori, ið sigur nakað um tilfarið, sum liggur undir. Tá ið vit komu framvið, gjørdu teir ein boriprøva við sunnasta høga “heyggin”, sum sigst vera øskudungin. Teir komu í fyrstu syftu ikki so langt niður, tó at teir við hesi einu royndini dugdu at síggja nakað av øsku.

 

Tjóðsavnið hevur verið ymsa staðni og kanna øki, serliga har byggingar og byrringar annars eru ætlaðar at verða – Við havnalagi í Ánunum, í Hvannasundi, á Norðoyri norðanfyri vegin til lendingina, har hildið verður, at eitt bønhús hevur staðið.

 

Eitt av endamálunum Uppi á Grundum í Gerðum er at fáa avmarkað hvar fornminnir eru, so tann møguligi vegurin til tunnilin norður um Fjall kann leggjast soleiðis, at hann ikki er til ampa fyri fornminnini í økinum. Hetta vóru serligu ørindini hjá Tjóðsavninum á hesum sinni Uppi á Grundum.

 

Her er ein leikja til 3D-modellir, sum er gjørt úr dronumyndum:

https://sketchfab.com/3d-models/a-oyri-noroyri-boroy-froyar-7d4cc9b08ddc4d538acb7889d0020188

 

Her er ein leikja til skrásett fornminni

https://umhvorvi.maps.arcgis.com/apps/webappviewer/index.html?id=eb9f42d1199c4954bf75fe12caca273d

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!