Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnulívið – privat málningaframsýning 9. mai

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2020 - 08:00 Mentan Tíðindi Vinna

Vinnulívið skipar fyri forkunnugari málningaframsýning í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai frá kl. 10.00-18.00. Talan er um privata málningalist, ið verður sýnt fram og seld.

-       Vit hava í hvørjari útgávu av blaðnum “Vinnulívið” sett sjóneykuna á privatar listasamlingar. Áhugin hevur verið stórur. Bæði frá lesarum og lýsarum, men so sanniliga eisini frá listasavnarum, sigur Adam Andreasen, sølustjóri og parteigari í Vinnulívinum.

Tað finnast ørgrynna av fólk kring landið, ið sita inni við vøkrum málningum og sjáldsomum listarverkum, men sum annaðhvørt ikki hava teir hangandi á vegginum ella frammi, orsakað av t.d. vantandi veggjaplássi. Hesi fáa nú møguleika fyri at vísa verkini fram fyri almenninginum.

-       Eftir ætlan skuldi málningaframsýningin skipast eftir uppboðssøluleistinum, har fólk kundu bjóða uppá verkini, men orsakað av tilmælunum frá myndugleikanum um, at ikki ov nógv fólk kundu savnast, skipa vit ístaðin fyri søluframsýning, har fastir prísir verða settir á málningarnar. Tann fyrsti, ið bjóðar ásetta prísin, eigur málningin, sigur Adam Andreasen, sølustjóri.

Undirtøkan hevur verið sera góð. Út við 50 listaverk verða sýnt fram á máningaframsýrningini í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai frá kl.10.00 til 18.00.

Úr rúgvuni kunnu nevnast:

-       Ingálvur av Reyni

-       Tróndur Patursson

-       Zacharias Heinesen

-       Frimod Joensen

-       Kári Svensson

-       Bárður Jákupsson

-       Eyðun av Reyni

-       Arnold Vegghamar

-       Heri Smith

-       Sigmund Petersen

 

Pláss er fyri nøkrum verkum afturat.  Um tú kundi hugsað tær at sett ein málning til sølu, kanst tú senda tildupost til adam@vinnuliv.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…