Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toppvenjari úr Svøríki til Kyndil

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2020 - 21:31 Ítrottur Tíðindaskriv

Tann 56 ára gamli kroatin, Dragan Brljevic, skal næsta kappingarár venja bæði besta kvinnuliðið og

mansliðið hjá Kyndli.

Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, hagar hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðan 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini.

Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Master Coach-útbúgving verðurhann ætlandi liðugur við í summar.

Tey 10 árini, hann hevur vant kvinnuliðið hjá LUGI, eru 36 av hansara spælarum komnir á ungdómslandslið ella A-landslið.

Millum kendastu spælararnar, hann hevur vant, telist svenska landsliðsstjørnan, Natalie Hagman, sum spældi við LUGI frá 2011 til 2014.

Nú fáa kvinnur og menn hjá Kyndli ágóðan av drúgvu venjararoyndunum hjá Dragan – og ungdómsliðini í felagnum, tí ungdómsdeildini skal hann eisini leggja lag á.

Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen, fegnast um avtaluna.

- Vit eru sera fegin um at hava gjørt sáttmála við Dragan. Hann er ein kapasitetur av teimum heilt stóru og kann lyfta okkara spælarar og alt felagið langt framá. Í 10 ár hevur hann verið venjari hjá sama felag í bestu svensku deildini, og tað vísir, at hann er sinnaður at menna einstaklingar og lið við nærlagni og tolni. Vit eru sera spent upp á samstarvið, sigur hon.

Dragan Brljevic gleðir seg nógv at koma til Kyndil.

- Tað kendist beinanvegin rætt at taka av, tá Kyndil spurdi seg fyri hjá mær. Eyka spennandi og mennandi verður at venja bæði kvinnur og menn. Eg leggi stóran dent á at menna einstaklingin, tí á tann hátt verður hann betri og kennir seg tryggan og sæddan. Við væl mentum einstaklingum verða liðini eisini betri. Eg gleði meg at koma til Føroya at venja Kyndil, sigur hann.

Dragan Brljevic byrjar í starvinum 1. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…