Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skipsatstøðisútbúgvingin øðrvísi skipað

SKRIVAÐ: Sjónám  |  16.05.2020 - 18:38 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Skipsatstøðisútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík verður eftir summarfrítíðina eitt sindur øðrvísi skipað. Higartil hevur útbúgvingarleisturin verið at næmingar eftir lokið grundskeið á 20 vikur fáa prógv sum ófulltikin skipsatstøðingur fyri síðani at sigla í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn søkt verður á endaskeiðið á hálvt skúlaár afturat.

Uttanríkis og Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.

Samstundis verður kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.

 

Eftir summarfrítíðina byrjar skipsatstøðara útbúgvingin tí sum eitt samanhangandi skeið á heilt skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið og fáa tá næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og sostatt fáa prógv sum fulltiknir skipsatstøðingar eftir loknan lestur.

 

Broytingarnar verða framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.  

 

Sjónám vónar at næmingar taka væl ímóti nýggja leistinum og vil minna á at útbúgvingin enn telur sum 18 mánaða siglingstíð fyri tey ið ætla sær at søkja á skipara útbúgving seinni. Tí vilja vit heita á næmingar um at søkja sum skjótast at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina. Søkjast kann á beinleiðis á heimasíðuni: sjonam.fo á telduposti: sjonam@sjonam.fo ella á tlf. 665 888

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…