Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alexandra: Nøvnini skulu knýta sjúkrahúsini saman

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.05.2020 - 12:44 Tíðindi

Í dag eru tey trý sjúkrahúsini uppkallaði eftir ávíkavist eini oyggj, einum býi og einum landi. Tað ynskja vit at broyta, tí øll trý sjúkrahúsini eru fyri alt Føroya land, sigur Alexandra á Dul stjóri í Sjúkrahúsverk Føroya

Fyrrapartin sendi Heilsumálaráðið út tíðindaskriv har sóknast verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini. Vit hava vent okkum til Alexandru á Dul fyri at frætta nærri. 

Vit arbeiða við at fáa ein samlaðan samleika fyri Sjúkrahúsini í Føroyum. Hetta er partur av menningarætlanini fyri sjúkrahúsini, sum var sett í verk 1. januar 2018, upplýsir Alexandra. 

Ein navnakapping er ein liður í hesum arbeiði.

Eitt navn kann ikki standa einsamalt og kemur heldur ikki at samla tey føroysku sjúkrahúsini. Tískil fara vit eisini at arbeiða við mentanina á teimum trimum sjúkrahúsunum, sum eru sera ymiskar. Vit ynskja ein felagsskap av trimum sjúkrahúsum sum samskifta, virka og skapa eftir eins virðum, sigur Alexandra á Dul. 

Alexandra viðurkennur at hetta er ein stór og spennadi broyting og sigur at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ger alt fyri at tryggja at starvsfólkini ikki missa fótafesti í hesum broytingartíðum. 

Nú hava fólk møguleika at koma við uppskotum til nøvn, og ein navnanevnd fer at viðgerða øll uppskotini og ger síðani eitt tilmæli til landsstýrismannin í Heilsumálum, sum endaliga tekur avgerð um nøvnini. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum