Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsið-Festivalurin nærkast

SKRIVAÐ: husid.fo  |  28.05.2020 - 11:43 Mentan Tíðindi

Hevur tú hoyrt um Húsið-festivalin?......ikki? Wow, tað verður so mega kul

Húsið-festivalurin er fyri børn frá 3. flokki til og við 7. flokk. Hann er komin í staðin fyri pyjamas-party, sum vit vanliga hava í Húsinum, og sum vit skuldu hava beint áðrenn páskir, men so kom korona.

Í staðin so gera vit eitt kul uttandura pyjamas-party, har vit fara at sova í pappteltum mitt á vøllinum. Vit vóru so heppin, at G! Festivalurin átti papptelt, sum vit eru sloppin at keypa fyri sera rímiligan prís

Men......eitt er eitt pyjamas-party - eitt annað er eitt papptelt-party aka Húsið-festival. Vit fara sjálvandi ikki bara at sova! Nei, har verður alt møguligt stuttligt á skránni. Vit fara á skattajakt, gera ymiskar kappingar, fiska í fiskibrunninum, syngja, dansa, eta, spæla fifa og heilt sikkurt eisini at fnisa

Heldur eingin festivalur uttan básar, so eisini har eru vit við. Vit hava básar, har man kann keypa soft ice, slush ice, pannikøkur, juice og fruktspjót, candyfloss. Kanska vit eisini fáa lokkað onkrar av ungu gentunum at koma at gera hár.

Tað, sum skal gera alt meira festligt, er, at vit skulu mála teltini - tað merkir, at jú fyrr tú teknar teg, jú fyrr sleppur tú í gongd við at mála og prýða títt telt, so far og spyr mammu ella babba, um tú sleppur á Húsið-festival, og drøna so oman í Húsið og tekna teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum.

Tað kostar 100,- kr. fyri limir og 200,- kr, fyri tey, sum ikki eru limir. Eisini er snilt at hava nakrar krónir við at keypa sær okkurt lekkurt fyri í básunum. Tað er tó ikki neyðugt, tí vit bjóða bæði náttardøgurða og kakao og bollar.

Vit fara heim kl. 08.00 - um tit hava sovið ella ikki, tað fer tíðin at vísa, men gott, at vit hava frí dagin eftir 

Tað er sjálvandi einki stuttligt at liggja einsamallur í einum telti, so, børnini sova 2 í hvørjum telti. Genta og genta ella drongur og drongur. Tú ert vælkomin sjálv/ur at finna tær ein sovimakkara, men annars so seta vit tykkum saman 2 og 2.

Minst eisini til, at seinasta freist at tekna seg er 2. juni kl. 17.00

Vit gleða okkum sjúkt nógv!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…