Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes í Miðstovuni 70

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.05.2020 - 15:05 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllir Jóannes, bóndi í Miðstovuni á Trøðum á Sandi 70 ár.

Jóannes hevur verið eina serstakur undangongumaður og hevur brotið upp úr nýgggjum og hevur altíð havt í huga: “Hvussu kann man gera hetta betri og lættari”.

 

Hetta hevur ikki verið av dovinskapi, men av skynsemi og við vitanini um, at skal tú reka ein garð við hópin av seyði, neytum og so eisini fáa hópin av grønmeti og eplum úr jørðini, so skal góð tilrættalegging til. Og her hevur Jóannes eisini funni vegir.

 

Jóannes er eisini virdur millum sínar starvsfelagar og dugur at seta uppbyggjandi og skipandi spurnartekin við at fremja bóndaskapin enn betri, eisini mótvegis politisku skipanini.

 

Jóannes er bersøgin, beinrakin og erligur í sínum boðskapi – landbúnaðinum og garðinum at frama.

 

Jóannes er uppkallaður eftir abba sínum, Jóannes í Miðstovuni, sum sat á sama garði í síni tíð og síðani Hanus í Miðstovuni, sum var pápi Jóannes. Allir sáttligir menn, sum eg minnist væl, teir vildu frið við øll og annars at kunna betra um viðurskiftini á garðinum.

 

Eg plagdi sum ungur smádrongur og unglingi at vera uppí á garðinum, ið var sepnnandi, og har hendi nógv ymiskt, sum tú vanliga ikki slapp, so sum at koyra traktor.

 

Yviri á Miðdali

Eitt heystið, tá ið Jóannes var á einum garði í Onglandi, skuldu eg og Trórur, systkinabarn Jóannes eitast fyri at vera álitið til áseyðaraksturin yviri í Skálsáfjørðinginum, tí Jóannes ikki var heima.

 

Vit vóru har yviri í eina viku og búðu í húsinum á Miðdali – meir at kall ein smátta. Men tó svóvu har mamman, Marin, sum gjørdi mat og Hanus, Jóannes, abbin, eg og Tórur.

 

Tá varð rikið niðan á savniningar og kyrrað, áðrenn rikið varð í rætt – hetta var serkilt á Sandi, tí her er so slætt. Sungið varð eisini fyri seyðinum, serliga á savningini.

 

Fylgini vóru Reynsendaseyðurin 60, Hvítafylgið 50, Mislittafylgið 50, Maknagimbrarnar 45 Stakseyðurin 60 – tilsamans 265 áseyðir.

 

Hetta var skipanin hjá Hanus, bónda, sum hevði tikið yvir eftir pápa sín, Jóannes. Men tá ið Jóannes ráddi fyri borgum var skipanin 300 áseyðir.

 

Tá ið abbin hevði garðin, ráddi um tal av seyði, tí ullin segðist vera Føroya gull. Ja, ta gav at býta - fanst tú tá deyðseyð í haganum, átti tú krovið, meðan tann sum átti oyrini/markið, átti skinnið ella ullina.

 

Síðani hevur Jóannes, núverandi bóndi, tikið enn meir úr, skipanin liggur um 150 seyðir og er seyðurin mynandi betri fyri nú.

 

Yviri á Miðdali hava verið mangar góðar løtur – eisini saman við Jóannesi!

 

Rættirnar í Skálsáfjórðinginum

Tummas Evenus, eg og Lætt

Vit skulu byggja Skálsárætt

Hon skal standa til verðsins enda  -

Og hagar skal seyðurin aftur venda.

 

Soleiðis kvæð ein húskallur fyri mongum árum síðan, tá ið hann saman við hundinum, Lætt varð við til at laða rættina, kallað Skálárættin í Skáláfjórðinginum.

 

Henda rættin stóð niðast og eystast í haganum móti sjóvarmálan. Helst so til bar at føra seyðin, tó at hann eisini varð rikin heim og ullin eisini reidd heim.

 

Seinni kom rættin at liggja meira miðskeiðis í haganum – Rættin á Uttara króki, kallað.

 

Rættin hjá yngra Jóannes er flutt einaferð enn - og liggur nú vestast í haganum og verður nú kallað Rættin við Mønutrækrónna – So yvir trý ættarlið eru trýggjar rættir fluttar frá eystast í haganum, Skálárættin – til Rættin á Uttara króki – miðskeiðis í haganum, og so longur vestur til Rættina við Mønutrækrónna.

 

 – Hví, jú henda liggur høgligast við vegin, sum Jóannes, bóndi, gjørdi fyri nøkrum árum síðan yvir móti haganum, so til ber at koyra seyðin heim og til ber høgliga at geva seyðinum her við vegin.

 

Nýggjar tíðin og nýggir møguleikar broyta okkara nýtslu, røkt og skipan av haganum, eins og okkara landbúnaði annars.

 

Umráðandi er fáa broytt tað sum neyðugt er at broyta, fyri alla tíðina at gera tað besta fyri hagan, landbrúkið, kríatúrini – og á henda hátt nøgdsemi við landbrúkið.

 

Hetta hevur Jóannes dugað – Hann hevur sæð og lagt seg eftir, sum ein framburðsmaður innan sítt yrki, at broytingar skulu til, og her hevur hann verið undangongumaður.

 

Jóannes er tikin úr leikum sum frásøgumaður og hevur ein sjálvsaman vakran málburð. Jóannes er skemtiligur og framúr sjónleikari.

 

Jóannes er ein fittur skilamaður og góður vinur.

 

Hjartaliga til lukku við 70 ára degnum, Jóannes!

 

Dávur

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Myndarøð: Hans L. Djurhuus 50 ára starvs…
Allahalgannadagur í Svínoy 2025
Trupulleikar við rampuni á Syðradali
Minningahald á Syðradali
Minningarhald í Klaksvík
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016