Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinleiðis vínsmakking online fyri øll, partur 2

SKRIVAÐ: Pól Hans, Birgar & Ólavur  |  02.06.2020 - 18:09 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið tann 13. juni kl 20.30, fara vit aftur at stroyma eina vínsmakking beinleiðis á Facebook, har so at siga øll kunnu vera við. Hesaferð hava vit lagt alt til rættis í tøttum samstarvið við Rúsdrekkasøluna, soleiðis at øll vónandi kunnu fáa fatur í røttu fløskunum. Til tey sum ikki vóru við seinast, kunnu vit nevna, at smakkingin er til tað vanliga fólkið og er púra niðri á jørðini, so øll kunnu fylgja við og vónandi blíva eitt lítið sindur klókari, samstundis sum skrúva verður upp fyri hugnanum, við at sita saman og smakka lekkurt vín og eta góðan mat.

Hvussu kanst tú luttaka? Jú, tað kanst tú, við at fara í eina av Rúsdrekkasølunum kring landið og keypa vín sum vit fara at smakka. Síðani byrja vit at stroyma á Facebook síðuni leygarkvøldið, og fara ígjøgnum vín sløgini eitt og eitt saman. Leinkja kemur til stroymingina á síðuni nakað áðrenn vit byrja, og vínúrvalið verður avdúka mikudagin tann 3. juni. Her er leinkja til tiltakið á Facebook: https://facebook.com/events/s/beinlei%C3%B0is-vinsmakking-fyri-%C3%B8l/1112140252488945/?ti=icl

Vit kunnu avdúka, at vit fara at smakka 1 stk bobbluvín, 2 stk hvítvín, 3 stk reyðvín og 1 stk dessertvín. Eisini fara vit at keypa inn góða rávøru til lekkrar tapas rættir, sum passa til hvørja fløsku, so øll fáa møguleika fyri at smakka tað sama sum vit sita og hugna okkum við - ein knallgóð heildaruppliving til tey sum ynskja eitt sindur eyka 

Tíðindi um fløskuúrval, matinnkeyp, matgerð, glasúrval og ymiskt annað kemur leypandi út á Facebook síðuni. Seinast sótu vit í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men hesaferð eru fuglfirðingarnir á ferð aðrastaðni í Føroyum, men tað koma vit aftur til seinni 

Vit gleða okkum ómetaliga nógv til enn eitt hugnaligt vínkvøld saman við tykkum øllum.

 

Pól Hans, Birgar & Ólavur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu