Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireikingarnar
Leygardagin verður ársins fyrsti FM-kappróður á Norðoyastevnu í Klaksvík. Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) hevur átta manningar við til fyrstu stevnuna. - Vit eru sera væl fyri við yngri rógvarum, men elsti rógvari í ár er 20 ár, so vit sakna eldri rógvarar, sigur venjarin Magnus Norðberg.
Í nakrar dagar sá út til, at eingin kappróður bleiv í 2020 vegna koronasmittuna. RSF avlýsti alt kappingarárið, men eftir eina stutta tíð, har smittutølini minkaðu niður til null og myndugleikarnir mæltu til at hava ítrótt, so bleiv avgerðin broytt.
Korona hevur ávirkað kappróðurin
Hóast kappróður verður eins og vanligt, so hava korona tiltøkini ávirka kappróðurin, sigur Magnus Norðberg, sum er venjari hjá KRF.
- Koronastøðan hevur gjørt, at vit ikki hava kunna havt líka skipaða venjing og ikki kunna vant inni í neystinum. Tað merkir, at nøkur ting, sum høvdu verið uppá pláss úti í bátinum, tað berjast vit eitt sindur við enn. Tað er við teknikki og hvussu vit fáa bátin at ganga nóg skjótt o.s.v. Men hatta er sama støða hjá øllum í flotanum. So leingi sum øll eru undir somu treytum, so er tað ''okay''. Vit halda, at tað er í lagi og hava fylgt tilmælunum o.s.v.. Kapprógvarar eru øgiliga glaðir fyri, at kappróður verður í summar, tí tað sá eina løtu út sum at alt bleiv avlýst. Tá vóru rógvararnir keddir og tað var gjøgnum allan róðrarflotan í landinum. Tað sum er bitin av kappróðri hann er øgiliga bitin av kappróðri. Og tað sær man í kjakum o.s.v., at tað eru sterkari kenslur í sum gera at fólk geva ógvusliga afturmeldingar, tá tað t.d. kom fram, at kappróður fór at blíva avlýstur, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið.
Øðrvísi venjing
- Manningarnar hava runnið, verið fjalltúrar og havt heimavenjingar, ið eg havi givið teimum. So hvør rógvari hevur skula gjørt nakrar heimavenjingar hvønn dag umframt ein rennitúr ella fjallatúr. Tað hevur verið ymiskt, hvussu vit hava skipað m.a. renningina við stuttum og longri teinum. Manningarnar hava verið eitt lítið sindur styttri í bátunum enn onnur ár, tí vit høvdu byrjað fyrr undir vanligum umstøðum. Vanliga er tað soleiðis, at man er rættiliga væl fyri, tá man fer í bátin. Tað ger, at man orkar væl at hála í árina, og tað er ferð á bátinum beinanvegin. Men innirógvingin og styrkisvenjingin við tungum vektum hevur ikki verið møgulig í ár, og tá er tað kanska eitt sindur hart at fara í bátin. Tí tekur tað nakað longri at fáa teknikkin at sita, tí orkan og styrkin ikki er í hásæti, sum hon plagar at vera. Teoretiskt á pappírinum er støðið í føroyskum kappróðri lægri í ár vegna hesar fyrireikingarnar, men tað er trupult at siga, um vit síggja tað í veruleikanum, tí tað kann vera, at alternativa venjingin hevur givið nakað gott, sigur Magnus Norðberg.
Stórur áhugi fyri kappróðri í ár
- Áhugin fyri kappróðri er sera stórur í ár. Tað kemst nokk av, at føroyingar sleppa ikki uttanlands og legur o.a. er avlýst. Man er fangaður í landinum, og so brúkar man tíð til kappróðurin. Tá eg bleiv settur sum venjari, so meini eg, at vit vóru fýra manningar. Vit hava verið uppi og vent við 10 manningum, meðan tað á Norðoyastevnu fara átta manningar at kappast, sigur venjarin.
Áheitan um at stuðla við atgongumerki
Magnus heitir á øll sum eru góð við KRF, kappróður og annars vanliga gjalda atgongumerkið á 100 kr. fyri at síggja einasta ''heimadystin'' hjá KRF um at gjalda fyri eitt vanligt atgongumerkið, sum felagið kunnar um aðrastaðni í blaðnum, nú felagið ikki fer at krevja inn vegna tilmælini móti koronasmittuni. Hetta munar væl og kann gera, at Norðoyastevnan ikki verður ein útreiðsla fyri felagið.