Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Her er stuttligt á Norðoyastevnu!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  11.06.2020 - 17:16 Bloggur Ítrottur Mentan

Vit heittu á Bergur Jacobsen um at skriva ein Norðoyastevnu-blogg, Bergur kvitteraði, men vit gloymdu bloggin í øllum hurlivasanum. Hóast seinkaður, so bilar einki at prenta hann nú.

 

Her er stuttligt á Norðoyastevnu!

Í fjør lovaði borgmeistarin eina øðrvísi Norðoyastevnu í 2020. Hann mundi tá neyvan ána, hvussu øðrvísi hon fór at verða! Fólk tosa mangan eins og Norðoyastevnan hevur verið óbroytt frá byrjan av, men so er ikki. Mangt er broytt gjøgnum árini, og skulu stevnur yvirliva, so noyðast tær eisini at laga seg eftir tíðarrákinum.

Einaferð vóru Føroyar róptar eitt oyggjasamfelag, men eru tær frammvegis tað? Nú kunnu umleið 85% av íbúgvum landsins koyra til dyrnar hjá hvørjum øðrum, soleiðis at tað í veruleikanum ikki longur er talan um eitt oyggjasamfelag, har tey flestu noyðast í bát fyri at vitja aðrar bygdir ella býir. Og so hvørt sum vegakervið batnar, verða Runavík og Klaksvík helst bara ”forstaðir”, útjaðarar hjá Kontórshavn, og tí ræður um at halda stevnu, meðan lokalpatriotisman enn ænir so frægt, at tað ber til savnast um eitt høvi, ið ikki hevur sín miðdepul í Vágsbotni, og tey fara at syngja: Tí at Klaksvík VAR Norðoya móðir!

Tað var tann tíð tað var, at stevnan byrjaði seinnapartin leygardag, og endaði seinnapartin sunnudag. Tá vóru Føroyar, sum longu nevnt, enn eitt oyggjasamfelag og ein høgtíð var enn ein høgtíð. Skipini komu sunnanífrá søkklaðin við ferðandi og kapróðrarbátum aftaná miðdag leygardag, og fóru avstað aftur sunnudag seinnapart undir miklum ”ståhaj”. Fólk noyddust at støðga náttina yvir, og tey sum høvdu stundir til tess, fingu sær ein blund onkustaðnis. Nú koma og fara tey alla tíðina, og stevnuhýrurin og stevnusamanhaldið er tí neyvan tað sama sum áður. Ei heldur er tað nú so forkunnugt at síggja fólk og fremmand andlit, sum tað var áðrenn vegir, tunlar, brýr, bilar og sjónvarpstól blivu hvørsmannsogn.

Undir miklum mótmæli frá J. von Højden skal Gomlustovubóndin av Skarvanesi hava greitt høvuðsstaðarútvarpinum frá, at Norðoyastevnan í ár verður øðrvísi á tann hátt, at stevnugestirnir noyðast ikki longur at brynja seg við ullintum undirbuksum, stivlum, regnskjóli ella oljudansi, tí stevnan mest verður ”virtuell” og á alnótini. Fólk nýtast ikki at fara út um dyr fyri at taka lut í stevnuni, men kunnu nú í staðin heldur enn at lata seg í heita føroyska búnan, sita fjálgt heima í pyjamas ella náttkjóla, og gleðast yvir alt, ið fer fram á fremstu røð.

Og skuldi tað hent, at Nestindanir hjá Gjov (alias Bernhardi Brim) hvítna heldur enn rodna, so kann býráðið leggja filtur á kameraið, so roðin fer um Nestindar kortini, og Oyrarfjallið hjá Janusi, hóast kavaklætt, eisini stendur í koparloga. Hr. von Højden óttast kanska fyri, at um fólk fylgja tíðindunum í høvuðsstaðarútvarpinum, og halda Norðoyastevnu við hús, so gloyma tey helst at leggja leiðina framvið leskibrunninum við Akursmørk!

Kanska fer Covid-19 at broyta Norðoyastevnuhaldið með alla? Og um so er, kann ein siga, at væl er, at so er! Skulu bygdastevnurnar yvirliva, so noyðast tær eisini at endurnýggja seg sjálvar. At kunna taka lut í stevnuni heima hjá sær sjálvum, er ikki tað ringasta, ið kann henda, tí veðrið hevur ikki altíð verið so tespiligt á Norðoyastevnu. Tað hava verið mangar góðar stevnur, men tað hava sanniliga eisini verið mangar fúlar stevnur við regni, vindi og kavaælingi. Stevnuhýrurin manglaði kortini aldrin – kanska er tað nakað um blíðskapin hjá Bernhardi, sum aldrin sveik.

Mamma mín gramdi seg altíð um veðrið á Norðoyastevnu. Hon óttaðist fyri at gestirnir skuldu ganga íkring sum drivnar rottur og frysta. Pápi mín plagdi at siga við hana, at hon hevði ikki einsamøll ábyrgdina av norðoyastevnuveðrinum. Men tað var nú einaferð soleiðis við teimum gomlu stangakonunum, at tær kendu alla tíðina veðrið og lúnur tess á sær, tí tær vóru uppvaksnar í einum gerandisdegi, ið var 100% tengdur at veðrinum.

Hon plagdi at siga – helst í ”matrassaskemti” – at norðoyastevnuveðrið kom og fór við gamla Smyrli. So skjótt sum Smyril kom inn um Klakk leygardag, so fór at æla, og so skjótt han hevði snarað um aftur Klakkin sunnudag seinnapart, som kom sólin fram aftur! Kanska hevði hon ikki rætt hvørja ferð – minnið er svikaligt – men mangan tyktist veðrið at batna, tá gestirnir vóru farnir, og bara norðoyingarnir vóru eftir.

Vónandi fær van Højden ikki rætt í spádómi sínum, um at fólk framyvir fara at syngja: Her VAR stuttligt á Norðoyastevnu, men vónandi fara tey framvegis at syngja: Her ER stuttligt á Norðoyastevnu!

Covid-19, heimanorðoyastevnan og tað, at færri kanska leita sær til teir almennu leskibrunnarnar kunnu kanska hava ta positivu fylgjuna, at færri fáa brúk fyri skaðastovuni á Tjóðsjúkrahúsinum Norðoya Deild!

Góða Norðoyastevnu, úti ella inni, við ella uttan gummistivlar, útsynning og oljudans!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki