Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eins og fullveldsimálið fer hitt stóra prosjekti hjá Høgna Hoydal, fiskivinnunýskipanin, eftir øllum at døma í grøvina í morgin | Mynd: Oliver Joensen

Nú doyr fiskivinnunýskipanin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2020 - 23:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Á løgtingsfundi kl. 13 tann 24. juni verður eftir øllum at døma sett endaligt punktum fyri avtøkuni av fiskivinnunýskipanini. Fiskivinnunýskipanin var sett saman av tveimum lutum, uppboðssølu og menningarkvotum, og meðan uppboðssølan varð avtikin í vetur, verða menningarkvoturnar nú útfasaðar. Sostatt verður seinasta leivdin av nýskipanini, sum Høgni Hoydal var primus motor fyri, nú endaliga beind av vegnum.

Stutt fyri jól varð eisini samtykt at lata útlendska ognarlutin halda fram í minst 12 ár afturat, og her er longu latið upp fyri, at íslendskur ognarlutur sleppur at halda fram uppaftur longri, tí millumtjóðaavtalur trumfa nationala lóggávu, sum tað stendur í Stýrisskipanarlógini. At fáa útlendingar út var annars eisini umráðandi fyri tey, sum í 2017 samtyktu fiskivinnunýskipanina.

Fiskivinnunýskipanin var annars ein tungur burður, og tað var við tógvið stríð, at tað eydnaðist at fáa hana samtykta. Endaliga samtykta lógin var eisini ein heilt onnur enn tann, sum upprunaliga varð sett út í kortið, og vit upplivdu nakað so sjáldsamt sum, at Løgtingið varð sent til hús, uppskotið datt niðurfyri og mátti leggjast fram umaftur. Men hildu arkitektarnir aftanfyri hana, at nú var friður, so máttu teir trúgva umaftur, tí tað gjørdist eitt rokilsi av teirri aðru verð at handhevja lógina í 2018 og 2019, bæði viðvíkjandi uppboðssøluni og serliga menningarkvotunum.

Fiskivinnunýskipanin fekk tí ongantíð veruliga fótin fyri seg, og eftir valið í 2019 var greitt, at meiriluti ikki longur var aftanfyri hana. Nýggja samgongan gjørdi stutta prosess, og eftir bert 3 mánaðir í Landsstýrinum varð fiskivinnunýskipanin avtikin. Nú jóansøkudag í 2020 bendir alt á, at Høgni Hoydal verður vitni til, at seinastu leivdirnar av hansara nýskipan verða endaliga avtiknar og útfasaðar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…