Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ídni skal varðveitast

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.06.2020 - 14:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað samtykti Klaksvíkar Býráð í gjárkvøldið. Tummas Lervig, formaður í Havnanevndini sigur, at trý ymisk uppskot vóru á fundinum. Eitt uppskot gekk út upp á at Ídni skuldi rívast niður, eitt annað at Ídni skuldi seljast og eitt triðja, sum bleiv samtykt var at Ídni skuldi varðveitast og at bygningurin framhaldandi skuldi vera ogn hjá Klaksvíkar Kommunu.

Deildar meiningar hava verið um Ídni spurningin og økið kring Fornminnasavnið, Faktorsvegin og Klaksvíksvegin omanfyri.

Klaksvíkar Kommuna bað arkitektin í Gøtu, Ósbjørn Jacobsen um eitt uppskot og hann legði fyri stuttum eitt sera áhugavert uppskot fram í Spaniastovu. Í hesum uppskoti var Ídni eisini partur. Ósbjørn Jacobsen førdi fram á fundinum, at tað var ikki rætt, fyrilitarleyst at taka gamlar bygningar niður. Bygningar eru eisini ein partur av søguni og nakað, sum borgarar kunnu fyrihalda seg til. Hann mælti tí til at lendið kring Fornminnasavnið bleiv lækkað aftur, soleiðis at asfaltið ikki fleyt inn um gátturnar niðanfyri og at rúmligari gjørdist á ovaru síðu frá gomlu handilsebygningunum (Fornminnasavninum) og niðan til vegir. Ósbjørn segði, at neyðugt bleiv at taka jørðina upp omanfyri savnið og at drenað bleiv, soleiðis at kjallarin aftur kundi blíva turrur og sostatt kundi nýtast til eitthvørt endamál.

Tá tað kom til Ídni helt Ósbjørn at gongubreytin ið skal gerast omanfyri handilshúsini eisini kundi ganga ígjøgnum Ídni og harvið kundi Ídni vera við til at víðka um plássið til ferðsluna ímillum Ídni og Faktorshúsini, ella Lützens hús, sum tey eisini vera nevnd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…